Rundir dagar á Brand­støð­ini

Tað var hátíðardámur á Brand­­støð­ini í Havn í gjár, tá Tórs­havn­ar Sløkkilið bjóðaði øll­um vælkomnum til há­tíð­ar­hald­ið í sambandi við, at 80 ár eru liðin, síðani Sløkkiliðið varð sett á stovn.

Borgarstjórin segði eis­ini nøk­ur orð og handaði Bjørg Øss­urs­dóttir, Ann W. Rub­ek­sen og Osvaldi S. Jo­han­son blómutyssi sum tøkk fyri drúgva tænastu í komm­un­uni.

Bjørg Øssursdóttir byrj­aði í kommununi í 1988. Og síð­ani 1. desember 2002 hev­ur hon arbeitt á Sløkki­lið­num. Sostatt hevur hon ver­ið í kommununi í 25 ár. Um­framt blómutyssi fekk hon heið­urs­bræv fyri avrikið seinastu 25 ár­ini.

Ann W. Rubeksen byrjaði í starvi á Sløkkiliðnum 1. nov­em­ber 2002, og hevur hon tí starv­ast á støðini í 10 ár.

Osvald S Johanson byrjaði í starvi 1. januar 1991, og var hann eitt skifti burtur í áleið hálvt­annað ár. Sostatt hevur hann røkt starvið á støðini í 20 ár.