Rundkoyring í Gøtudali liðug um ólavsøkutíð

- Í fyrsta lagi kemur rundkoyringin at gera ferðsluna nógv tryggari, og í øðrum lagi kemur hon at gera ídnaðarøkið í Norðragøtu meira attraktivt, sigur borgarstjórin í Gøtu kommunu, Hans Mourits Foldbo

Gøta

 

Rundkoyringin, sum Landsverk nú letur byggja í Gøtudali, verður hin størsta í Føroyum. Hon fer at hava fýra aktivar “armar” til inn-og útkoyring, men fer at hava møguleikar til tveir armar aftrat.

Tær aktivu útkoyringarnar úr rundkoyringini verða ávikavist til Kambsdals/ Fuglafjarðar, Leirvíkar/ Norðoyggjar, Gøtu/ Skálafjørðin – og síðan verður ein útkoyring inn á nýggja ídnaðarøkið, sum er planerað til eitt nú handilsmiðstøð í Gøtudali.

Tað er eingin loyna, at Landsverk sær fyri sær, at framtíðar vegaføringin millum Norðoyggjar, Leirvík, Fuglafjørð, Gøtu og inn á meginøkið gongur um ein tunnil, sum fer inn í fjallið vestanfyri Gøtudal og kemur útaftur beint sunnanfyri Valaknúkar, uttanvert bygdina í Skálafirði.

Tí fer rundkoyringin, sum nú verður bygd í Gøtudali, at hava møguleikar til tvær íbindingar aftrat, sum ganga vestur í dalin, harav onnur kann førast vestur í komandi tunnilsmunnan.

 

Serliga trygdin

Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu, sigur, at tað er Landsverk, sum burtur av hevur uppgávuna við rundkoyringini í Gøtudali um hendi. At gera arbeiði fyri seg, hevur stovnurin fingið fyritøkuna JHR Entreprenørar í Runavík. Tilboðið upp á sjálva rundkoyringina liggur um 3,2 miljónir krónur, og síðan koma ymiskir snøklar aftrat, sum skulu gerast, eitt nú laðingar við Alu-Plast og annað.

- Við møguleikum fyri seks íbindingum, hava vit skilt, at hetta verður størsta rundkoyring í Føroyum, og sambært tíðarætlanini verður hon liðug á ólavsøku.

Borgarstjórin í Gøtu kommunu fegnast um, at hetta arbeiði nú er farið í gongd, og í hesum sambandi hugsar hann serliga um trygdina.

- Hetta er eitt vandamikið vegastrekkið við nógvari ferðslu, og vit hava eisini havt fleiri vandamikil ferðsluóhapp í krossinum, har vegurin úr Leirvíkstunlinum kemur oman í Gøtudal.

Hans Mourits Foldbo fegnast serliga um, at rundkoyringin fer at tryggja ferðsluna um hesar leiðir nógv betur.

- Um 8-tíðina á morgni, tá skúlanæmingar og lærarar koyra inn á Kambsdal, stendur mangan bilrøð á vegnum oman úr Leirvíkstunlinum og bíðar eftir at sleppa út á vegin.

Hann væntar, at rundkoyringin fer at “slúsa” ferðluna nógv betur og fer at gera vegastrekkið lættari at ferðast eftir, samstundis sum trygdin verður størri.

 

Attraktivari handil

Hans Mourits Foldbo ivast heldur onga løtu í, at rundkoyringin fer at gera ídnaðarøkið, sum kommunan hevur planerað og latið privatum at byggja á, nógv attraktivari.

- Tað hevur stóran týdning fyri handilsvirksemið, at bilar, sum koma um hesar leiðir, noyðast at seta ferðina niður í eini rundkoyring, og kunnu velja eina útkoyring inn á handilsøkið.

Hann veit um handil á Vejle-leiðini í Danmark, sum meira at kalla liggur í óbygdum, men sum samstundis liggur við eina rundkoyring.

- Handilin seldi mest landbúnaðarvørur og amboð til landbúnaðin, og eg skilti, at hetta var ein av handlunum á leiðini, sum hevði størsta umsetningin. Tað er so lætt og ómakaleyst at koyra inn á eitt handilsøkið, tá tú kortini hevur sett ferðina niður, og útkoyring er inn á økið. Koyrir tú hinvegin við nógvari ferð eftir høvuðsvegi, skal tú líka sum hava tikið avgerðina frammanundan, um tú steðgar við handilsøkið ella ikki. Annars strýkur tú bara fram við og steðgar ikki á, vísir borgarstjórin á.

Hans Mourits Foldbo væntar, at Gøtudalur sum frá líður kemur at savna rættiliga nógva ferðslu og harvið nógv ferðandi, tá íbindingin kemur við tunli um fjallið og vestur á Skálafjørðin.

- Tá ið so undirsjóvartunnilin kemur millum meginøkið og Skálafjørðin við høvuðsvegaføring av Strondum, inneftir Skálafjørðinum og í ein tunnil, sum gongur beint inn í Gøtudal, verður hetta økið rættiliga sentralt, sigur borgarstjórin í Gøtu kommunu.