Seinastu tíðina hevur Sosialurin havt fastan tátt í blaðnum við navninum »Heimsins reinasta oyggjaland«, í hesum tátti er nógv komið fram um rusk, ið sæst av alfaravegi. Men tað er ikki einasta ruskið í landinum.
Í túninum á Lanssjúkrahúskapellinum stendur ein stór bingja, tað leka spillivatn og matrestir úr henni, og støðan hevur verið soleiðis í nógv ár
- Tað er ein spurningur um raðfestingar, og tá talan er um at bjarga fólkið, verður tað sjálvandi vigað hægri enn ein bingja av húsarhaldsruskið, sigur Jan á Argjaboga, tænastuleiðari á Landssjúkrahúsinum.
Ætla at betra um støðuna
Í fjør var roynt at umvæla bingjuna, ið longu er á økinum fyri umleið 20.000 krónur, men tað var stokkut gleði, tí stutt eftir fór aftur at leka.
- Vit royndu at umvæla í fjør, men tað var ikki gott nokk. Nú er ætlanin at fáa eina nýggja- og betri bingju, sum kostar okkum 155.000 krónur. Men ætlanin er í framtíðini at fáa eitt ordiligt ruskpláss á økinum kring Landssjúkrahúsið, sum sambært kostnaðarmetingini kostar 1,3 mió. Hetta er ikki nakað vit vænta okkum beinanvegin, tí peningur er nóg illa tøkur til at hjálpa sjúklingunum, sum altíð eru í hásætið í húsinum.
Vænta fígging
Í nógv ár hava fólk á Landssjúkrahúsinum sagt, at sjúkrahúsið væntar fígging, og í hesum málið er trupulleikin tann sami.
- Vit kenna væl til trupulleikan, men hava bara torført við at gera nakað við hann. Har luktar illa og sær als ikki pent út hjá teimum, ið hava ørindir á Kapellinum, men raðfestingarnar á sjúkrahúsinum, sum vendir hvørjari krónu, røkka ikki heilt til at fáa hetta í rætt lag, greiðir Jan á Argjaboga frá.