Russiska tjóðartingið samtykti í dag at staðfesta tann nýggja START-sáttmálan við USA um, at londini skulu skerja talið á kjarnorkuløðingum ein triðing. 350 tinglimir atkvøddu fyri at staðfesta sáttmálan, og 58 atkvøddu ímóti.
Atkvøðugreiðslan í dag var tann fyrsta av trimum, og viðgerðin heldur fram í næsta mánað.
Amerikanska Senatið staðfesti sáttmálan í gjár. 71 senatorar atkvøddu fyri og 26 ímóti.
Barack Obama og Dmitrij Medvedev skrivaðu undir tann nýggja sáttmálan í apríl. Eftir honum skulu londini hava í mesta lagi 1.550 kjarnorkuløðingar í part. Tann gamli sáttmálin loyvdi londunum at hava 2.200 løðingar í part.