Russland hevur í nátt framt stórálop á ukrainska kornútflutningin í Svartahavinum.
Tað er týdningarmikli havnarbýurin fyri kornútflutningi, Izmail, sum liggur í Odessa-regiónini, ið hevur verið fyri álopum.
Ukrainar siga, at býurin í hálvan fjórða tíma var fyri russiskum dronuálopum, og her eru umfatandi oyðileggingar.
Guvernørurin í Odessa-regiónini, Oleh Kiper, sigur, at tað serliga er undirstøðukervið, goymslubygningar og virkisbygningar, sum eru rakt í álopunum.
Ukrainski herurin sigur seg hava skotið 17 dronur niður, men sambært guvernørinum í Odessa raktu fleiri dronur býin.
Fyribils er einki frætt um, at nakar hevur latið lív ella er løstaður í russisku álopunum í nátt, veit Reuters at siga í morgun.
Sambært ukrainsku myndugleikunum løgdu russar seg serliga eftir at raka ukrainska kornútflutningin.