Russar framdu umfatandi álop á Odessa í nátt

Úr Ukraina verður sagt, at russar í nátt lupu á við 296 dronum og 29 rakettum

 

Russar brúka vetrarkuldan sum vápn móti ukrainska grannafólkinum

Ukrainska orkufelagið, DTEK, skrivar í morgun á Telegram, at eitt russiskt álop á orkuskipanina í Odessa-regiónini hevur ført til sera álvarsligar skaðar.

 

Úr Ukraina verður sagt, at russar í nátt lupu á við 296 dronum og 29 rakettum.

 

- Tað eydnaðist okkum at skjóta niður 25 rakettir og 367 dronur, veit ukrainska loftverjan at siga í morgun.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram, at fleiri túsund fólk í Odessa-regiónini hava mist bæði hita og vatn eftir russiska álopið.

 

Seinastu tíðina hava russar framt óteljandi álop á undirstøðukervið í Ukraina, og russar hava so staðiliga brúkt vetrarkuldan sum vápn móti ukrainska grannafólkinum.

 

Leggjast kann aftrat, at flogvallirnir í Rzeszow og Lublin í Póllandi vóru stongdi eitt tíðarskeið tíðliga í morgun.

 

Pólsku loftferðslumyndugleikarnir skriva á X, fyrrverandi Twitter, at orsøkin var hernaðarligur aktivitetur í luftini í samband við russisku álopini á Ukraina.

 

Lesið eisini:

 

Póllandi tørvar síni egnu kjarnorkuvápnhttps://www.in.fo/news-detail/pollandi-toervar-sini-egnu-kjarnorkuvapn

 

 

 

 

 

 

 

Russar brúka vetrarkuldan sum vápn móti ukrainska grannafólkinum