Video: Fundurin í Salt um Suðuroyartunnilin

Floksforfólkini við pallborðið í Salti í gjárkvøldið Mynd: Dagfinn Olsen

Í gjárkvøldið var fundur í Salt á Drelnesi um Suðuroyartunnilin, sum tær sjey kommunurnar í oynni skiopapu fyri.

 

Í innbjóðingini skrivaðu fyrireikararnir, at á fundinum fóru borgarstjórar, løgmaður, umboð fyri tunnilsverkætlanina og aðrir gestir, seta fokus á Suðuroyartunnilin – møguleikar, avmarkingar og framtíð fyri Suðuroynna.

 

Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt

 

Skrá var hendan:

 

20.00 – Stutt heilsan frá borgarstjórunum (uml. 10 min.)

 

20.10 – Framløga: Aksel V. Johannesen (10 min.) + spurningar (5 min.)

 

20.25 – Framløga: P/F Suðuroyartunnilin (15 min.) + spurningar (5 min.)

 

20.45 – Ung og Suðuroyggin – orðaskifti (3 ung, lesandi á pallinum) (uml. 10 min.)

 

20.55 – Familjur, ið hava valt Suðuroynna til - orðaskifti á pallinum (uml. 10min)

 

21.05 – Útisiglarar / ítróttur í Suðuroynni – umboð frá SSL (10 min.) + spurningar (5 min.)

 

21.20 – Suðuroy, meðan vit bíða – orðaskifti við 3 borgarstjórum (15 min.) + spurningar (5 min.)

 

21.40 – Kaffisteðgur (20 min.)

 

22.00 – Politiskt orðaskifti við forfólkum úr øllum flokkum (30 min.) + spurningar (5 min.)

 

Møguleiki verður at seta spurningar í salinum.

 

Síggið og hoyrið her fyrra part av fundinum:

 

##med2##

 

Síggið og hoyrið her seinna part av fundinum:

 

##med3##

 


Fyriskiparar:

 

Hvalbiar kommuna

 

Fámjins kommuna

 

Hovs kommuna

 

Porkeris kommuna

 

Sumbiar kommuna

 

Vágs kommuna

 

Tvøroyrar kommuna

 

 

 

Floksforfólkini við pallborðið í Salti í gjárkvøldið Mynd: Dagfinn Olsen