Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í svari til fyrispurning frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um støðuna hjá føroyingum í
Persaraflógvanum.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hevur landsstýrið eitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd ella á annan hátt avmarkaði í Persaraflógvanum?
2. Hvat ger landsstýrið fyri at fáa eitt greitt yvirlit yvir føroyingar og føroysk reiðarí, ið eru innibyrgd í Persaraflógvanum?
3. Arbeiðir landsstýrið við at fáa føroyingar heim á tryggan hátt, og at føroyingar ið eru verandi í økinum annars eru tryggir?
4. Verður landsstýrið kunnað um og tikið við í uttanríkis- og trygdarpolitiskar avgerðir, ið verða tiknar, ið viðvíkja stongslinum av Hormuz-sundinum – eitt nú avgerðir frá danskari síðu um at geva hernaðarlig íkast til hernaðarátøk í økinum?
Í svar til teir fyrstu tríggjar spurningarnar undir einum sigur landsstýrismaðurin:
– At kalla eingin skipaferðsla hevur verið gjøgnum Hormuz-sundið síðan um mánaðarskiftið februar-mars. Støðan í økinum broytist frá degi til dags, og ber í sær óvissur fyri tey mongu skip og sjófólk, sum ikki sleppa úr Hormuz-sundinum orsakað av støðuni.
– Uttanríkistænastan samstarvar við danska uttanríkisráðið um mál, sum viðvíkja borgaratænastu til føroyingar úti í heimi. Í tílíkum málum er meginreglan tann, at borgarar, ið hava tørv á hjálp, ráðgeving ella øðrum tænastum venda sær beinleiðis til Uttanríkistænastuna ella til danska uttanríkisráðið. Enn er eingin fyrispurningur um borgaratænastu frá føroyingum í Hormuzøkinum skrásettur, sigur Bárður a Steig Nielsen.
Víðari sigur landsstýrismaðurin, at landsstýrið fylgir gongdini í økinum við tí fyri eygað eftir førimuni – og í samstarvi við onnur lond í líknandi støðu – at kunna veita hjálp og ráðgeving.
– Vinnumálaráðið hevur upplýst, at einki skip í føroysku skipaskráunum er í Hormuz-sundinum ella innanfyri.
– Føroyskir myndugleikar hava ikki eitt samlað yvirlit yvir, hvørjum skipum føroysk sjófólk sigla við, ella hvar ið skip við føroyskum sjófólkum eru stødd, sigur hann.
Til síðsta spurningin sigur Bárður á Steig Nielsen, at landsstýrið fær vanliga kunning um viðkomandi ætlanir hjá donsku stjórnini av uttanríkistrygdar- og verjupolitiskum slagi.
– Lagt er upp til, at skuldi hesin spurningur verðið aktuellur í mun til støðuna í Hormuz-sundinum, fær landsstýrið kunning, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.










