Millum málini, sum helst fara at fáa størsta ans, er uppskotið um leigustuðul. Við tí vil samgongan seta í verk eina nýggja skipan, har húski við lágari inntøku kunnu fáa stuðul til húsaleiguna. Málið hevur verið nógv umrøtt, bæði tí fleiri halda, at stuðulin er ov lágur, og tí at aðrir ávara um, at hann kann trýsta leiguprísirnar upp.
Somuleiðis skal Løgtingið endaliga taka støðu til uppskotið um bráðfeingis bústaðir og serreglur fyri ukrainar, sum eru riknir úr landinum av krígnum.
Á skránni er eisini málið um nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, sum hevur verið eitt ynski í fleiri ár, tí verandi umstøður verða mettar at vera ótíðarhóskandi.
Løgtingið skal eisini viðgera fyrsta byggistigið í verkætlanini at byggja tvey sambýli í Miðvági – annað til fólk við menningartarni og autismu og hitt til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum.
Eitt annað mál snýr seg um samsýning til fosturforeldur. Har verður mælt til broytingar í barnaverndarlógini.
Harumframt eru fleiri eykajáttanir á skránni. Millum annað skal Løgtingið samtykkja flytingar millum stjórnarráð í sambandi við nýggja málsøkjabýtið hjá landsstýrinum og játtanir í sambandi við várumfarið.
Fundurin byrjar við ófráboðaðum fyrispurningum og endar við umrøðu av spurningi um vinnupolitikk. Har verður spurt, nær ein dagførdur vinnupolitikkur verður orðaður og lagdur fyri Løgtingið.









