Russar hava rakt eitt sjónvarpstorn í Kharkiv

- Í løtuni er órógv á signalunum, men eingin hevur fingið løstir í russiska álopinum, sigur guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synegubov.

Seinnapartin í dag vita útlendskir miðlar at siga, at ukrainski stórbýurin, Kharkiv, er raktur í einum russiskum álopi.

 

Tað er eitt sjónvarpstorn í býnum, sum er rakt, og tornið er brotið, soleiðis sum myndin oman fyri vísir.

 

Eitt tíðindafólk hjá AFP sá tornið brotna, samstundis sum roykur stóð upp úr tí, sum eftir var av torninum.

Guvernørurin í Kharkiv, Oleh Synegubov, skrivar á sosialum palli, at Russland hevur rakt undirstøðukervið innan sjónvarp í býnum.

 

- Í løtuni er órógv á signalunum, men eingin hevur fingið likamligar løstir í russiska álopinum, leggur Oleh Synegubov aftrat.