Russar keypa mest frá okkum

Fyrstu fýra mánaðirnir í ár hava vit útflutt vørur fyri 2,8 mia. kr. Tey trý londini vit hava selt mest til í ár eru Russland, Bretland og USA. Nógv størsta útflutningsvøran er laksur, og helvtin av honum er farin til Russlands og USA.

 

Sama tíðarskeið hava vit innflutt vørur fyri 2,5 mia. kr. Stívliga ein triðingur av øllum vøruinnflutninginum kom úr Danmark. Av matvøruinnflutninginum kom helvtin úr Danmark.

 

Fiskavøruútflutningutin minkaði við 28% í nøgd men vaks samstundis 7% í virði hetta tíðarskeiðið. Hetta kemur lutvíst av skifti frá bíligum til dýrari fiskasløg og lutvíst av prísbroytingum.

 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

 

Tað er fyrst og fremst Russland, sum keypir frá okkum. Ein triðingur av útflutninginum er farin til Russlands, sum hava keypt fyri 845 milliónir.

 

Av øllum matinum vit innflyta til húsarhaldsnýtslu, kemur útvið helvtin úr Danmark teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað landið vit keypa næstmest frá, tá tað umræður mat, er Týskland, hagani 7% av matinum koma. Nýsæland, Bretland og Niðurlond koma síðani, og hesi umboða hvørt 4% av matvøruinnflutninginum.