Russiski herurin hevur tikið georgiska býin Gori, har Josef Stalin var føddur Alt bendir á, at Georgia hevur tikið sínar hermenn úr Suðurossetia, og at teir nú verða savnaðir við høvuðsstaðin Tblisi, so teir kunnu verja býin, um russar leypa á hann.
Samstundis frættist, at russisku hermenninir hava tikið býin Gori, sum er miðskeiðis í Georgia. Tað var her, fyrrverandi sovjetski einaræðisharrin Josef Stalin var føddur í 1879.
BBC veit at siga, at russar hava eisini tikið býin Senaki, sum er nærhendis abkhasiska markinum.