Umhvørvisverndarfelagsskapir og onnur halda, at á hvørjum ári verða umleið 100.000 tons av toski veidd ólógliga í Barentshavinum. Norðmenn hava fýlst á, at russar gera ov lítið fyri at steðga óskilinum, men russiski sendiharrin í Oslo sigur nú, at Russland er til reiðar at gera sítt.
Vit hava líka stóran áhuga í at verja fiskastovnarnar í Barentshavinum sum norðmenn. Russland fær einki burtur úr tí ólógliga fiskiskapinum. Vit fáa ikki fiskin, vit fáa ikki skattainntøkur burtur úr hesum, og tí vilja vit fegnir steðga óskilinum, sigur Aleksandr Nikolajevitssj Panov við Aftenposten.
Sendiharrin sigur, at russisku myndugleikarnir eru til reiðar at búka væl fleiri pengar til at steðga tí ólógliga fiskiskapinum. Men hann leggur afturat, at tað verður ikki lætt, og at norðmenn mugu gera sítt, tí norskar fyritøkur medvirka til, at tann ólógligi fiskurin kann seljast.