Russar vilja hava nýggjar samráðingar

- Vit kenna okkum nokso ótryggar við viðurskiftini landanna millum, soleiðis sum russar hava handfarið málið um Skálaberg, sigur Jacob Vestergaard. Russar hava nú bjóðað føroyingum til nýggjar samráðingar um fiskiveiðisáttmálan millum londini fyri 2010, men óvist er nær samráðingarnar verða tiknar uppaftur.

Herfyri var ein stór russisk samráðingarnevnd í Føroyum, men eftir at partarnir høvdu samráðst í tríggjar dagar, spurdist einki burtur úr samráðingunum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivunnumálum, segði tá, at tøkan av Skálabergi hevði hevði lagt so stórar skuggar yvir viðurskiftini millum londini, at hetta var størsta forðingin fyri nýggjum sáttmála.

Málið um Skálaberg var fyri á stuttum rættarfundi í Murmansk í gjár og skuldi ætlandi takast uppaftur í morgun.

Tó at hetta mál enn er ikki loyst, hava russar umvegis sendistovuna í Danmark biðið um nýggjar samráðingar við føroyingar um fiskiveiðisáttmálan. Teir hava skotið upp, at samráðingarnar verða í Moskva 29. desember.

Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið í brævi hevur latið russar vitað, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum londini í ein ávísan mun eru treytaðar av einum ávísum máli, sum hann tekur til.

- Vit kenna okkum nokso ótryggar við viðurskiftini landanna millum, soleiðis sum russar hava handfarið málið um Skálaberg, sigur landsstýrismaðurin.

Jacob Vestergaard sigur seg hava lítlan hug at fara til Ruslands at samráðast, so leingi hetta mál ikki hevur fingið eina virðiliga loysn.

Soleiðis er eisini ógreitt í løtuni, nær nýggjar fiskiveiðisamráðingar verða millum Føroyar og Ruslands.