Russarar eyðræna føroyska kongafiskin

Nú rópa skiparar á djúpvatnstrolarunum aftur varskó. Russarar eyðræna føroyska kongafiskastovnin vestanfyri Mykines, og føroysku trolararnir eru kroystir burtur av teimum bestu leiðunum til kongafisk. ? Setið eftirlitsmenn umborð á russisku trolararnar, tí tað er einasta loysnin, sigur Bjarki Berg, skipari

 

Føroysku djúpvatnstrolararnir, ið royna á Mykinesgrunninum vestanfyri Føroyar, verða trokaðir burtur hesa tíðina á árinum.

Tað er nú um heystið, at russiskir trolarar, ið hava svartkjaftakvotu undir Føroyum, leggja leiðina á Mykinesgrunnin at royna eftir svartkjafti.

? Vit fáa heilt einfalt ikki fiska fyri teimum russisku trolarunum, tí teir eru so nógvir í tali, og teir forða føroysku trolarunum. Vit mugu flýggja av hesum leiðunum, meðan teir eru her, sigur Bjarki Berg, skipari á djúpvatnstrolaranum Brestir, ið fiskar kongafisk.

Sosialurin hevur fyrr gjørt vart við henda trupulleikan í samrøðu við Bjarka fyri hálvum ári síðani. Tó kenna skiparar og reiðarar seg framvegis kroystar. Tí verður málið tikið uppaftur.


Ymiskir veiðihættir

Ein annar skipari, John Andrew Johannesen, ið siglir við Phoenix, vísir á, at trupulleikin er, at veiðihættirnir hjá teimum føroysku og russisku trolarunum eru ov ólíkir.

? Flótitrol og botntrol hóska heilt einfalt ikki saman. Russararnir fiska aftur og fram í hesum økinum. Vit mugu halda okkum til ávísar linjur í botninum og mugu tí mangan víkja fyri teimum. Tí órógva teir okkara fiskiskap so mikið, at vit ikki fáa verið har, sigur John Andrew Johannesen, ið tekur undir við Bjarka Berg.

Tað eru tvey tiltøk, ið skulu setast í verk fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs. Tað fyrsta er fáa russisku trolararnar burtur av hesum leiðunum. Tað skal gerast við bara at geva teimum loyvi at fiska uttanfyri 380-400 favna dýpi. Á henda hátt fáa føroysku trolararnir frið at fiska.

Tað seinna er at seta eftirlitsmenn umborð á russisku skipini. Soleiðis kunnu myndugleikarnir tryggja sær, at russarar bara fiska svartkjaft, sum teir hava kvotu til undir Føroyum.


Kongafiskurin verður oyddur

Skiparar og reiðarar bera ótta fyri, at kongafiskastovnurin vestanfyri Føroyar verður oyddur, nú russisku skipini eru so røsk at royna har.

? Fyri eini fýra árum síðani fingu føroyskir trolarar nógvan kongafisk eystanfyri Føroyar av Munkagrunninum og heilt norður á Fugloyarbanka. Henda leiðin er nú deyð fyri kongafisk, eftir at russiskir trolarar hava verið har við flótitroli, sigur Bjarki Berg.

Í dag eru eini átta føroyski djúpvatnstrolarar, ið royna vestanfyri Mykines. Teir eru Niels Pauli, Steintór, Suðringur, Phoenix, Rankin, Brestir, Rasmus Effersøe og Boðasteinur.

Álitið hjá hesum skipunum er leiðin á Mykinesgrunninum. Um teir ikki fáa frið at royna har, er grundarlagið í vanda. Breiða semja er um hetta málið millum menn á hesum bátunum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sigur, at fiskiveiðueftirlitið setti eina umfatandi kanning í verk í ár fyri at kanna, um russarar fingu so nógvan kongafisk, sum Bjarki Berg og teir vilja vera við.

Kanningarnar av lastunum vístu, at russarar ikki fáa nógvan kongafisk, vísir Jørgen Niclasen á.

Bjarki Berg er tó ikki nøgdur við tær kanningar, ið eru gjørdar. Hann vísir á, at tær skulu gerast um náttina og ikki bara um dagin, sum vanligt er. Orsøkin er, at kongafiskurin svimur uppi í sjónum um náttina, og tá fáa russarar nógvan kongafisk við flótitrolum.

Hann heldur tað samstundis vera illgrunavert, at kongafiskurin hvarv eystanfyri, eftir at russarar høvdu verið í tí økinum, og at fiskiskapurin hjá teimum djúpvatnstrolarunum vestanfyri eisini er í stórari minking, nú russar eisini royna har.

Hann dregur samanum, at russisku trolararnir eru við til at oyða føroyska kongafiskastovnin. Myndugleikarnir skulu flyta russisku bátarnar út á djúpri sjógv, so føroysku bátarnir fáa frið at fiska, og harafturat hevði tað verið eitt gott uppskot at seta eftirlitsmenn umborð á russisku bátarnar. Soleiðis hevði borið til at havt eitt nøktandi eftirlit við veiðuni.