Sambært tíðindastovuni AFP hava russar í nátt lopið á Ukraina við dronum.
Tað siga myndugleikarnir í landinum í morgun.
Sambært ukrainsku loftverjuni vórðu 14 av 17 dronum skotnar niður, og hetta vóru iranskar dronur av slagnum Shahad.
Ukrainar halda, at dronurnar vórðu skotnar úr økinum við Azovhavið.
Jurij Kruk, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingini í økinum, sigur, at onkrir skaðar eru av loftverjurakettum, sum vórðu skotnar eftir russisku dronunum.
Í morgun er ikki greitt, hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Á sosialum miðlum í morgun síggjast fleiri upptøkur av russisku álopunum, sum í nátt raktu Odessa-økið har suðuri í Ukraina.