Russar hava í kvøld lopið á ukrainska býin, Dnipro, úr luftini.
Tað sigur borgarstjórin í býnum sambært tíðindastovuni, Reuters, og hetta sigur hann á sosiala miðlinum, Telegram.
Í álopinum í kvøld er sivila undirstøðukervið í býnum rakt.
Sambært lokalum myndugleikum eru streymur og vatn í ávísum økjum burtur.
Higartil hava myndugleikarnir einki sagt um, hvørt fólk hava latið lív ella eru løstað í álopinum.
Álopið var eitt kombinerað dronu-og rakettálop á býin.
Russum dámar væl, nú hávetur er, og tað er kalt, at ukrainar missa streym, hita og vatn.
Í fjør vetur sótu miljónir í kulda og uttan vatn av russiskum álopum á sivila undirstøðukervið í landinum.
Sagt verður um Dnipro, sum liggur í ein landsynning úr høvuðsstaðnum, Kyiv, at hetta er týdningarmikil ídnaðarbýur.
Her býr næstan ein miljón, og býurin er soleiðis hin fjórð størsti í Ukraina.