Russiska bjørnin er ikki heilt ótamd

Føroyska avrikið á útivølli í kvøld gevur mót um, at tað kann verða spennandi, tá ið Føroyar fáa vitjan av Russlandi

Føroyar hava í kvøld spælt landsdyst í hondbólti fyri menn. Talan var um EM undankappingardyst á útivølli ímóti russisku favorittunum.

Russland vann 31 – 24 eftir hálvleiksstøðuna 16 – 10.

Hóast trivaliga tapið, so var hetta staðfesting av, at føroyskur landsliðshondbóltur hevur flutt seg heilt nógv rætta vegin. Tann tíðin er farin, tá ið føroyska landsliðið verður lagt upp á lærið og smurt av.

Í hædd og fysiskari styrki kunnu føroysku spælararnir ikki kappast við russisku risarnar. Men í bóltførleika, skjótleika og spælfatan er ikki tann munurin, sum tað plagdi at vera.

Stóri munurin á liðunum var, at føroysku málverjarnir høvdu heilt fáar bjargingar. Soleiðis var tað ikki í hinum endanum. At munurin millum stólparnar var so stórur komst eisini av, at russiska verjan var betri múrur frammanfyri sín málverja, enn føroyska verjan var frammanfyri sín málverja.

Føroyska álopsspælið var í longum løtum gott og hugflogsríks. Jónas G. Djurhuus var fyri tað mesta spælskipari, og Filip Jojic var betur upplagdur í kvøld, enn hann hevur verið í nøkrum av hinum dystunum í síni stuttu karrieru á landsliðnum.

Hann skoraði fýra mál í fyrra hálvleiki, og hann skoraði fýra mál í seinna hálvleiki.

Peter Krogh var lítið á vøllinum í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var hann eyðsýndur og skoraði fýra mál. Í seinna hálvleiki var Allan Norðberg á veinginum, og hann skoraði tvey mál. Pætur Mikkjalsson skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og tvey mál í seinna hálvleiki.

Tað liggur nógv á føroyska liðnum, sum í morgin skal ferðast longu leiðina heim til Føroya. Hósdagin verður Kekkia mótstøðuliðið í Føroyum, og sunnudagin verður Russland gestur í høllini á Hálsi.