Bretska verjumálaráðið sigur í eini dagføring av fregnartænastuvirksemi úr Ukraina í dag, at russisk brigada seinastu fýra samdøgrini eftir øllum at døma í fjáltri hevur tikið seg aftur frá støðum við hermótið sunnan fyri Bakhmut.
Bretsku fregnartænastutíðindini stuðla undir nýggjar upplýsingar frá Institute for the Study of War (ISW) í Washington D. C.
Upptøkur 12. mai vísa sambært ISW russiskar deildir, sum flýggja frá Berkhivske-brunninum í ein landnyrðing úr Bakhmut. Tað skrivar Reuters.