Russiskar herdeildir í stríðstilbúgving

Russiska verjumálaráðið upplýsir, at Vladimir Putin, forseti, hevur givið einum parti av herinum boð u at standa tilbúgvin.

-Samsvarandi boðum hansara hava hermenninir í miðøkjunum og aðrar hernaðarligar eindir fingið boð um at standa tilbúnar, sigur verjumálaráðharin, Sergej Sjoigu, við russiskar tíðindastovur.

 

Í gjár váttaði Kreml, at Russland hevur styrkt sína hernaðarligu støðu við ukrainska markið. Hermenninir skulu taka lut í einari venjing, sum byrjar í dag og heldur fram ta næstu vikuna.

 

Sambært ovastanum fyri herleiðsluni, generalinum Vasilevitj Gerasimov, fara umleið 65.000 hermenn, 1.800 flogfør og 60 tyrlur at taka lut í venjingini.

 

Í gjár kom ukrainski forsetin, Petro Porosjenko, við einum tilboði um vápnahvíld har eysturi í landinum, men russar vilja vera við, at talan er ikki um nakað tilboð, men um eini kravboð um frið. 

 

Porosjenko legði afturat, at teir ukrainsku hermenninir fara at svara aftur, verður skotið eftir teimum. Hetta er eftir øllum at døma longu hent, tí tíðindi frá marknaleiðunum siga, at uppreistrarmenn hava sært tríggjar ukrainskar hermenn.