Verjumálaráðið í Moskva boðaði tíðliga í dag frá, at russiska loftverjan hevur skotið niður í minsta lagi fýra ukrainskar dronur yvir russiskum regiónum vestarliga í Russlandi.
Sagt verður, at tríggjar av dronunum vórðu skotnar niður yvir Belgorod-regiónini, og hin fjórða varð skotin niður yvir Kursk-regiónini.
Sambært russiska verjumálaráðnum vóru eingir materiellir skaðar, og eingin læt lív í sambandi við hendingarnar.
Guvernørurin í Belgorod, Vyacheslav Gladkov, sigur tó eina aðra søgu enn russiska verjumálaráðið. Hann sigur, at ein ukrainsk drona rakti ein íbúðarbygning í býnum og elvdi til skaðar á íbúðir og bilar, sum stóðu parkeraðir við bygningin.
Avleiðingin av tí, sum er hent í Belgorod, er, at guvernørurin sambært Vyacheslav Gladkov sjálvum á Telegram hevur lýst undantaksstøðu í býnum.
##med2##
- Fleiri enn 15 bilar fingu skaðar, og fleiri vindeygu í íbúðarbygninginum fóru í knús, sigur Vyacheslav Gladkov.
Hann leggur aftrat, at tað týdningarmesta er, at eingin hevur fingið skaða. Fleiri neyðhjálparfólk hava verið til arbeiðis í russiska býnum í dag.
Á hinari síðuni siga ukrainskir myndugleikar, at eitt pinkubarn og seks sivilfólk eru deyð í russiskum álopum í Kherson-regiónini í dag.
Vit kunnu leggja aftrat, at Belgorod er russisk región, sum hevur mark til ukrainsku regiónina, Kharkiv, í landnyrðingspartinum av Ukraina.
Sambært tíðindamiðlunum, Dagbladet og NTB, eru tíðindini um álopini á Belgorod í dag ikki váttað av óheftum keldum.