Russiskt herskip eftir sjórænarum

Eitt russiskt herskip hevur bjargað einum russiskum tangaskipi, sum somaliskir sjórænarar høvdu rænt úti fyri stronfini í Jemen. Russiska reiðaríið sigur, at øll manningin á tangaskipinum er á lívi, og at teir 23 menninir hava tað gott.

Russisku myndugleikarnir siga, at ein av sjórænarunum doyði, og at hinir eru tiknir til fanga.

Russar bóru skjótt at í hesum máli. So skjótt teir frættu, at tangaskipið var rænt, sendu teir herskipið Marshal Shaposhnikov á leiðina, og stutt eftir var tað rænda skipið aftur á russiskum hondum.