Russiskur guvernørur álopin við knívi

Ein maður er handtikin fyri at hava lopið á guvernørin í Murmansk, Andrej Tsjibis, við knívi.

 

Kníválopið fór fram eftir ein fund við íbúgvarnar í býnum Apatity í Murmansk í dag.

 

Tað skriva russiskir tíðindamiðlar, sum vísa til tíðindatænastuna hjá russisku myndugleikunum.

 

Sagt verður, at hendingin fór fram í ráðhúsinum, og Andrej Tsjibis fekk løstir í búkin og noyddist undir skurð.

 

- Guvernørurin verður í løtuni skurðviðgjørdur. Hann er við vit og kom sær sjálvur í bilin eftir álopið.

 

Tíðindatænastan veit at siga, at guvernørurin á veg til sjúkrahúsið bæði tosaði og svaraði spurningum.

 

Ein maður er handtikin í samband við álopið í dag.

 

Sambært russisku myndugleikunum er ógreitt, hvat lá aftan fyri álopið á guvernørin í Murmansk, Andrej Tsjibis.