Russiskur vararáðharri slapp ikki til Danmarkar

Fyri stuttum ljóðaði, at talið av starvsfólki á russisku sendistovuni í Danmark verður minkað

 

Russiska sendistovan í Keypmannahavn

Russiski vara-heilsumálaráðharrin, Oleg Salagaj, slapp ikki inn til Danmarkar, har hann ætlaði sær at luttaka á einum tiltaki hjá heimsheilsustovninum WHO.

Tað upplýsir russiska sendistovan í dag sambært statsligu russisku tíðindastovuni Tass.

– Keypmannahavn er vertur fyri WHO-ráðstevnu 13. til 14. september. Russiski vara-heilsumálaráðharrin, Oleg Salagaj, skuldi luttaka. Men hann slapp ikki inn til Danmarkar í Kastrup Lufthavn, skrivar tíðindastovan.

Ritzau hevur spurt danska russiska uttanríkisráðið, sum kannar málið.

Russiska sendistovan vísir á, at økisskrivstovan hjá WHO fyri Evropa er í Keypmannahavn og krevur eina umbering.

– Donsku myndugleikarnir brutu upp á tað grovasta sína skyldu til at tryggja fría atgongd til tiltøk í Danmark fyri almenn umboð fyri limalondini hjá WHO.

– Sendistovan fer at krevja eina frágreiðing og umbering frá donsku myndugleikunum, skrivar russiska sendistovan í Keypmannahavn á Facebook.

Fyrst í september ljóðaði, at talið av starvsfólki á russisku sendistovuni í Danmark skuldi minka. Tað skal framyvir svara til talið av starvsfólkum á donsku sendistovuni í Russlandi.

Tað merkir, at tíggju diplomatar skulu sendast heim av sendistovuni.

Tað merkir eitt loft upp á fimm diplomatar og 20 starvsfólk frá umsitingarliga og tøkniligu starvsfólkunum.

Í longri tíð hava samráðingar verið um visum til starvsfólkini á donsku sendistovuni í Moskva.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, segði tá við DR, at »man trækker en streg i sandet« eftir russisku royndirnar at fáa visa til fregnartænastufólk.

– Hvørja ferð koma tey við uppskotum um fólk, sum skulu Keypmannahavnar, sum í veruleikanum eru ódeklareraðir agentar, og teir vilja vit ikki hava, segði hann við DR.

Talið av starvsfólkum á russisku sendistovuni skal vera minkað fyri 29. september.

/ritzau/

 

 

Russiska sendistovan í Keypmannahavn