Russland savnað 82.000 herfólk aftrat í Ukraina

Fleiri túsund russar, sum eru í aldri til hertænastu, eru rýmdir úr landinum - uttan at vita, nær teir koma heimaftur.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, saman við verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu.

Seinnapartin í dag váttaði russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, yvirfyri forseta landsins, Vladimir Putin, at nú eru 82.000 herfólk aftrat send til Ukraina.

 

Reuters, sum endurgevur statsriknu russisku tíðindastovuna RIA, veit at siga, at umframt hesi 82.000, eru 218.000 herfólk aftrat í venjing til hernaðarátøk í Ukraina.

 

- Eg vil gjarna takka øllum, sum eru við í russiska herinum og sum berjast fyri at verja Russland og okkara familjur, sigur verjumálaráðharrin sambært RIA.

 

Tað var í september, at russiski forsetin, Vladimir Putin, gav boð um at savna 300.000 fólk aftrat til herin.

 

Avgerðin hjá forsetanum fall ikki í góða jørð í Russlandi, og fleiri túsund russar, sum eru í aldri til hertænastu, eru rýmdir úr Russlandi - uttan at vita, nær teir koma heimaftur.

 

Í fyrstani segði Vladimir Putin, at tað bara vóru fólk við lærdómi ella royndum í kríggi, sum skuldu innkallast, men forsetin segði einki um, hvørjar royndir nýggju herfólkini skuldu hava.

 

Russiskir miðlar hava skrivað um hendingar, har myndugleikarnir hava roynt at fingið fólk upp í hertænastuna, sum ongar royndir hava. Fólk eru eisini innkallað til hertænastu, sum av heilsuávum eiga at vera undantikin.

 

 

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, saman við verjumálaráðharra sínum, Sergej Sjojgu.