Russland krevur at fáa ukrainskan fregnarstjóra

Ukraina eigur sambært Russlandi at útflýggja russum stjóran fyri fregnartænastuna eftir tað, sum Russland lýsir sum »yvirgangsálop«.

Ruasland krevur, at stjórina fyri ukrainsku fregnartænastuna SBU, Vasyl Maljuk, verður útflýggjaður. (Arkivfoto). - Foto: Andrii Nesterenko/Ritzau Scanpix

Russland vil hava Ukraina at útflýggjað sær stjóran fyri fregnartænastuna SBU, Vasyl Maljuk, vegna tað, sum landið lýsir sum fleiri »yvirgangsálop«.

Soleiðis ljóða í gjár í einum boðum frá russiska uttanríkisráðnum.

Í boðunum verður víst til fleiri hendingar í Russlandi síðani innrásina í Ukraina í februar í 2022.

Millum annað verður nevnt drápið av dóttrini hjá einum russiskum nationalisti og hendingin, har ein rithøvundur kom illa til skaða.

Sambært ráðnum bendir kanningin av hendingini á, at Ukraina er uppií.

– Russland hevur latið ukrainsku myndugleikunum boðini um alt fyri eitt at handtaka og lata teimum øll við tilknýti til yvirgangsálopini, verður sagt í boðunum. 

Víst verður eisini – um enn óbeinleiðis – til álopið á eina konserthøll í høvuðsstaðnum Moskva í mars, har minst 144 vórðu dripin.

Um 20 persónar eru handtiknir eftir álopið, sum bólkurin Islamiskur Statur-Khorasan (IS-K) hevur tikið ábyrgdina av.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at »víðgongdir islamistar« høvdu ábyrgina av álopinum.

Frá bæði Putin og øðrum pørtum av almenna Russlandi ljóðar tó samstundis, at Ukraina í stóran mun var uppi í álopinum.

Tað hava bæði Ukraina og lond í vesturheiminum og trygdartænastu fleiri staðni víst aftur.

SBU vísti alt fyri eitt aftur áheitanina úr Russlandi um útflýggjan og vísti harumframt á, at Altjóða Revsidómstólurin (ICC) í Haag hevur sent út handtøkuboð um Putin.

– Dómstólurin í Haag bíðar eftir honum (Putin, red.), varð sagt.

Russisk kanningarfólk hava sambært teimum sjálvum funnið prógv fyri, at illgerðarfólkini høvdu tilknýti til »ukrainskar nationalistar«.

/ritzau/

 

Ruasland krevur, at stjórina fyri ukrainsku fregnartænastuna SBU, Vasyl Maljuk, verður útflýggjaður. (Arkivfoto). - Foto: Andrii Nesterenko/Ritzau Scanpix