Russland noktar avbjóðara hjá Putin at stilla upp

Sambært russisku valnevndini eru feilir í skjølum, sum gera, at Jekaterina Dunstova ikki kann stilla upp til russiska forsetavalið

 

Valnevndin í Russlandi vísti í gjár frá sær eini umsókn frá valevni, sum mælir til frið, og sum vil stilla upp til forsetavalið næsta ár.

Nevndin grundgevur avvísinginia við »feili í skjølum«, sum Jekaterina Duntsova, fyrrverandi journalistur og býráðslimir, hevur sent inn, verður sagt í russiskum sjónvarpi.

Valstríð hennara snýra seg um »frið og eina fólkaræðisliga tilgongd«.

Forkvinnan í nevndini, Ella Pamfoliva, sigur, at limirnir vórðu samdir um at vísa aftur umsóknina frá Duntsova um at stilla upp til valið, sum roknað verður við fyri vist, at russiski forsetin, Vladimir Putin, fer at vinna við stórum meiriluta.

Putin vátta í hesum mánaðinum, at hann fer at stilla upp á forsetavalinum, sum verður hildið í tríggjar dagar frá 15. mars. 

Nevndin hevur gjørt av, at Duntsova ikki kann fara undir næsta stigið, sum snýr seg um at savna túsundtals undirskriftir frá stuðlum. 

– Tú ert ein ung kvinna. Tú hevur alt framman fyri tær, skal Pafoliva hava sagt við 40 ára gomlu Duntsova.

Tann fyrrverandi tíðindakvinnan hevði latið inn skjølini fyriat stilla upp til valið sum óheft valevni. Skjølini skuldu prógva, at ein bólkur upp á í minsta lagi 500 persónar hava hildið ein fund, har teir vístu henni stuðul.

– Eitt stig frá fólkinum er tað ikki brúk fyri. Tað verður ikki boðið vælkomið, sigur Duntsova.

Hon sigur, at hon hevur hevur stundir at lata enn eina umsókn sum óheft valevni.

Hon skrivar á sosialum miðlum, at hon hevur hugsað sær at kæra avgerðina fyri russiska hægstarætti.

Hon heitir á leiðsluna í liberala flokkinum Yabloko til at tilnevna seg sum sítt valevni.

Yabloko, sum er elsti demokratiski flokkurin í Russlandi, »eigur ikki at standa á síðulinjuni. Russarar eiga at hava eitt val«, skrivar Duntsova á Telegram.

Leygardagin segði Duntsova, at hon bíðar eftir almennum boðum frá Yabloko uppá, um flokkurin vil stuðla henni, áðrenn evstamark 1. januar.

Ein av stovnarunum av flokkinum, Grigorij Javlinskih, sigur í eini video á YouTube, at flokkurin ikki hevur hugsað sær at tilnevna eitt valevni.

Tann 71 ára gamli Grigorij Javlinskij vildi ikki viðmerkja áheitanina um at tilnevna hana, tá hann »ikki hevur ánilsi fyri«, hvør hon er.

/ritzau/AFP