Russland tekur seg fram í Bakhmut

Tað sigur fregnaratænastan hjá bretska verjumálaráðnum í dag.

Russiskar herdeildir hava gjørt framtøk í bardaganum um ukrainska býin, Bakhmut, har eysturi í landinum.

 

Fregnartænastan hjá bretska verjumálaráðnum sigur, at russiskar herdeildir nú hava fingið fótafesti á vestursíðuni av ánni, Bakhmutka.

 

Hetta er sambært fregnartænstuni áin, sum seinastu dagarnar hevur verið hermótið millum russisku og ukrainsku deildirnar.

 

Hørðu bardagarnir um býin hava verið millum teir blóðugastu í krígnum, sum nú hevur vart í meira enn eitt ár.

 

Tað eru serliga Wagner-leiguhermenninir, ið stríðast á russiskari síðu, sum hava staðið á odda í bardaganum um Bakhmut.

 

Hóast serfrøðingar meta, at býurin ikki hevur serliga stóran týdning fyri gongdina í krígnum annars, hava ukrainsku herdeildirnar roynt at vart býin.

 

Í Bakhmut búðu stívliga 70.000 fólk fyri russisku innrásina, men flestu sivilfólk eru nú flýdd úr býnum - og nøkur fá túsund eru eftir.

 

Ukrainar hava sagt, at ein orsøk til, at teirra herdeildir hava lagt so nógva orku í at verja býin, er, at elva russum so stór tap sum gjørligt.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at fá álop hava verið aðrastaðni á hermótinum millum stríðandi partarnar seinastu tveir mánaðirnar.

 

Sambært fregnartænastuni hjá bretska verjumálaráðnum er væntandi, at fleiri álop fara at koma, tá Russland fær fleiri herfólk og meira lóður til hermótini.