Sambært tíðindastovuni NTB í morgun, umhugsar Russland nú at loyva lægri góðsku á brennievni.
NTB vísir til russisku ávísina Kommersant, sum sigur, at orsøkin er, at Russlandi vantar brennievni.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur viðgingið, at trupulleikar eru við veitingum.
Ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk og goymslur hava nevniliga skapt stórar trupulleikar við veitingum av brennievni í landinum.
Tí umhugsar Russland nú sambært Kommersant at loyva lægri góðsku av brennievni út á russiska marknaðin.










