- Um vit ikki megna at handfara hesa “pestina” í Ukraina, fer hon at spjaða seg til onnur økir eisini, sigur fyrrverandi russiski oligarkurin, Mikhail Khodorkovskij við Financial Times.

Russland vil í kríggj við Nato

- Um Vladimir Putin sigrar í Ukraina, vil hann – orsakað av sínum trupulleikum í heimlandinum – byrja eitt kríggj móti Nato, sigur fyrrverandi russiski oligarkurin, Mikhail Khodorkovskij.

 

- Um vit ikki megna at handfara hesa “pestina” í Ukraina, fer hon at spjaða seg til onnur økir eisini, sigur fyrrverandi russiski oligarkurin, Mikhail Khodorkovskij við Financial Times.

Fyrrverandi oligarkurin, Mikhail Khodorkovskij, sum býr í útlegd í Onglandi, ávarar nú vesturheimin um tað, hann rópar næsta stig hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

Í einari nýggjari samrøðu við Financial Times sigur Mikhail Khodorkovskij, at londini í vesturheiminum eiga at síggja, hvat liggur í kortunum hjá russiska forsetanum. 

Og hann heldur, at tað, sum kann henda, kann fara at fáa fatalar avleiðingar, sum hann málber seg. Fyrrverandi oligarkurin sigur, at um Russland vinnur í Ukraina, vil Vladimir Putin fara í kríggj móti Nato.  

58 ára gamli, Mikhail Khodorkovskij, var ríkasti oligarkur í Russlandi. Sum eigari og leiðari í risastóra russiska oljufelagnum, Yukos, hevði hann eisini tætt samband við Vladimir Putin.

 

Men, sambandið teirra millum helt uppat í 2003, tá Mikhail Khodorkovskij fór at tosa alment um korruptión í Russlandi, samstundis sum hann gjørdist kritiskur móti stjórn landsins.

Fyrrverandi oligarkurin varð handtikin og sat í fongsli í tíggju ár fyri tað, sum mannarættindafelagsskapir rópa sekt fyri at hava funnist at Kreml. Í dag livir hann í útlegd í London og telist millum teirra, sum tala harðliga ímóti stjórnini í Kreml. Í fleiri umførum hevur hann eisini funnist at russisku innrásini í Ukraina. Nú ávarar hann vesturheimin um tað, hann væntar verður næsta stigið hjá Putin.

 

- Um vit ikki megna at handfara hesa “pestina” í Ukraina, fer hon at spjaða seg til onnur økir eisini, sigur Mikhail Khodorkovskij við Financial Times og leggur aftrat, at um russiski forsetin sigrar í Ukraina, vil hann – orsakað av sínum trupulleikum í heimlandinum – byrja eitt kríggj móti Nato.

Hinvegin er fyrrverandi oligarkurin ikki í iva um, at eitt møguligt kríggj millum Russland og Nato hevði endað við einum knúsandi ósirgi fyri russiska forsetan.   

- Hvussu tað fer at gangast Ukraina í stríðnum móti Russlandi, avhongur púrasta av, hvussu vesturheimurin stuðlar Ukraina, sigur fyrrverandi oligarkurin. 

 

##med2##

Mikhail Khodorkovskij vísir á, at í byrjanini av krígnum ynskti Vladimir Putin eitt stjórnarskifti í Ukraina.

- Russiski forsetin væntaði at vera møttur við blómum frá ukrainska fólkinum í gøtunum. Men, tá fólk í Kharkiv ikki møttu honum við blómum, gjørdist hann ikki bara sintur. Eg trúgvi, at hetta bókstaviliga sæð gjørdi hann svakan.   

Mikhail Khodorkovskij sigur, at tað var tá, at Vladimir Putin byrjaði at bumba næst størsta og størsta bý landsins, Kharkiv og høvuðsstaðin, Kyiv.

- Eg eri sannførdur um, at russiski forsetin ikki hevur langa tíð eftir. Kanska eitt ár, kanska trý, hevur fyrrverandi oligarkurin áður sagt við CNN.

Hann leggur aftrat, at russisk søga hevur lært okkum, at stjórnir, sum tapa eitt kríggj, koma í stórar trupulleikar eftir tveimum árum. 

- Eg trúgvi, at Vladimir Putin tapir hetta kríggið, um hann ikki vinnur í Donbas, og hansara stóru mistøk fara allar helst at føra til, at hann neyvan yvirlivir meira enn tvey til fimm ár aftrat sum einaræðisharri, sigur Mikhail Khodorkovskij.

 

- Um vit ikki megna at handfara hesa “pestina” í Ukraina, fer hon at spjaða seg til onnur økir eisini, sigur fyrrverandi russiski oligarkurin, Mikhail Khodorkovskij við Financial Times.

- Russiski forsetin væntaði at vera møttur við blómum frá ukrainska fólkinum.