Mikudagin kemur tann nógv umrøddi russlandssáttmálin á tingborð, tí tá fer Tórbjørn Jacobsen at spyrja løgmann um sáttmálan
Tað er, ta munnligir fyrispurningar eru á skránni mikudagin, at Tórbjørn Jacobsen fer at seta løgmanni spurningin, sum er í trimum.
Í fyrsta lagi spyr Tórbjørn Jacobsen um, løgmaður løgmaður hevur ásett nakað mark fyri, nær millumtjóða sáttmálar eru somikið týdningarmiklir fyri føroyska samfelagið, at teir eiga at vera lagdir fram á tingborð til umrøðu og møguliga avgerð?
Í øðrum lagi spyr hann, um løgmaður heldur, at nýggi fiskirættindasáttmálin millum Rusland og Føroyar, fyri árið 2009, er av slíkum slagi, so týdningarmikil, at landsstýrið átti at lagt hann til umrøðu og avgerð tingsins?
Í triðja lagi verður spurt: Er løgmaður nøgdur við sáttmálan, bæði viðvíkjandi búskaparligu javnvágini landanna millum og nýggja býtinum ímillum vinnuligu áhugamálini í Føroyum?