Í dag hava Russland og Hvítarussland havt eina felags kjarnorkuvenjing, veit tíðindastovan NTB at siga.
Venjingin snýr seg um veitingar av kjarnufysiskum lóðuri og fyrireikingar til kjarnorkuálop, sum tað verður sagt.
Tað var í fjør, at Russland útplaseraði sína nýmentu hypersonisku rakett, Oresjnik, í Hvítarusslandi.
Oresjnik er ein rakett, sum kann bera kjarnorkuløðingar.
Í einari útsøgn í dag sigur verjumálaráðið í Hvítarusslandi, at venjingin ikki er vend móti triðjalandi, og at venjingin ikki er nøkur hóttan fyri trygdina í regiónini.
Í síðstu viku testaði Russland eisini ballistisku rakettina, Sarmat, sum eisini kann brúkast í møguligum kjarnorkuálopi.
Sagt verður, at hesar royndir eru gjørdar, eftir at Ny Start-avtalan millum USA og Russland gekk út í februar og ikki er endurnýggjað.
- Harvið fóru ein røð av avmarkingum, sum londini annars høvdu bundið seg til innan kjarnorku, úr gildi, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
##med2##












