– Eg minnist væl dagin, eg sum 11 ára gomul fekk boðini um, at sannlíkt var, at eg fór at missa sjónina. Tað var í mai mánaði, veðrið var so fantastiska gott. Alt var grønt og fuglarnir sungu. Eg minnist tað, sum ein ordiliga, ordiliga penan og ljósan dag, sigur 53 ára gamla Ruth Thomsen, sum er blind.
Hon er fødd við arvaligu sjúkuni retinitis pigmentos, vanliga nevnd RP. Ein sjúka, sum ger, at sjónin spakuliga versnar, inntil hon hjá teimum flestu eisini hvørvur. Ruth Thomsen fekk boðini um, at hon hevði RP, tá hon sum 11 ára gomul var send til Danmarkar til eygnalækna saman við foreldrum sínum. Og tá hon var síðst í tjúguárunum, gjørdist hon heilt blind.
– Fyri mítt viðkomandi mátti eg ótilvitað taka eitt val og spyrja meg sjálva, hvat eg vil við mínum lívi. Vil eg vera tann konan, sum steingir seg inni og er negativ og beisk inn á lagnuna, ella vil eg vera ein, sum hevur mót upp á lívið og sum familjan hevur hug at vera saman við, spyr hon.
Les longri inspirerandi samrøðu við Ruth Thomsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið. Sosialurin kann eisini lesast talgildur her