– Ruth Vang er dumpað so dyggiliga. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Seinnapartin sendi hann, og tríggir aðrir tinglimir í andstøðuni, Ruth Vang eina áheitan um at kalla fíggjarnevndina saman til fundar alt fyri eitt.
Ruth Vang er forkvinna í Fíggjarnevndini, og tað er hon, sum kallar nevndina saman. Men tað hevur hon ikki gjørt síðani 19. Desember, hóast nógv mál liggja í Fíggjarnevndini, sum langt síðani skuldi verið avgreitt eftir tingskipanini. Og nú halda teir fýra nevndarlimirnir í Fíggjrnevndini, sum umboða andstøðuna, at stundin er komin at fáa ein fund í nevndini alt fyri eitt.
Og fyrsta mál, teir vilja hava á dagsskránna, er at velja formann í nevndini. Bill Justinussen vísir á, at síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum á Tingi, hevur andstøðan meirilutan í Fíggjarnevndini – og hann heldur, at tað er ikki annað enn natúrligt, at meirilutin hevur meirilutan.
Men hann vísir eisini á, at tað liggja eini níggju mál súltað í nevndini, sum langt síðani skuldi verið avgreitt eftir tingskipanini. Sostatt er Ruth Vang dumpað so dyggiliga, tí hon hevur ikki á nakran hátt røkt sína skyldu eftir tingskipanini.
Hann vísir á, at annars varð Fíggjarnevndin kallað saman til fundar fyri eini viku síðani, men tann fundurin varð avlýstur aftur, tí at løgtingslimir vóru upptiknir av øðrum fundi.
– So vítt eg veit, er tann fundurin langt síðani liðugur, men kortini hevur Ruth Vang ikki kallað fíggjarnevndina saman aftur, heldur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at undir seinastu samgongu gjørdi Framsókn ikki sørt burtur úr at skuldseta Miðflokkin fyri at vera ein blokerandi minniluti. Men nú haldi eg, at tey í Framsókn eru fallin í somu grund, sigur hann.
Teir fýra tinglimirnir, sum hava skrivað undir áheitanina á Ruth Vang um at kalla nevndina saman, eru Bárður á Steig Nielsen, sum er næstformaður í nevndini, umframt, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen. Bill Justinussen sigur, at hóast teir vilja hava formansval á skránna í Fíggjarnevndini, hava teir einki felags uppskot um, hvør skal verða formaður.
Hinir tríggir nevndarlimirnir eru Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø og Pauli Trónd Petersen, sum øll umboða samgonguna.