Klaksvík:
Tá præludium og inngangsbøn vóru liðug, byrjaði sjálv konsertin við felagssálminum "Eitt barn er føtt í Betlehem". Beinanvegin merktist jólahýrurin breiða seg, tá urga, orkestur og kór saman við áhoyrarunum byrjaði at spæla og syngja. Tað er onki at taka seg aftur í, at ljóðið og klangurin í Christianskirkjuni er nakað heilt serligt. Men tað vóru eisini uttan iva tær góðu røddirnar í kórunum báðum, sum gjørdu sítt til, at tað longu frá fyrsta tóna var lagt upp til eina avbera góða konsert.
Fyrst á skránni vóru tveir Negro Spirituals, sum Suð og Hornorkestrið framførdu í felag. Tað fall væl í oyra á fólki, og kór og orkestur sameindust væl soleiðis at skilja, at kórið hoyrdist væl, hóast tær vóru 15 upp móti eini 25 hornblásarum.
Eftir hesa framførslu kom Leirvíkar Gentukór. Tær framførdu ein gamlan Kingosálm og ein jólasálm. Talan var her um eitt rættuliga ungt kór. Gentur, sum ganga í fólkaskúlanum. Og teirra framførsla sá út til at koma óvart á fleiri av áhoyrarunum. Við klokkureinum røddum sungu tær seg uttan iva inn í hjørtuni á hvørjum einstakum áhoyrara, sum var staddur í kirkjuni sunnukvøldið. Bert spell, at tær ikki sungu fleiri løg.
Síðani kom einasta lagið, sum Klaksvíkar Hornorkestur framførdi einsamalt. Tað var ein jólasirpa, sum Sámal Christiansen hevði lagt tilrættis fyri hornorkestur. Sámal hevur verið við í orkestrinum øll árini, síðani tað varð stovnað í 1950.
Kvinnukórið Suð og hornorkestrið framførdu so tvey løg afturat, áðrenn kórið sjálvt kom við sínum ískoyti. Annað var eitt lag úr gandafloytuni hjá Mozart, sum Henny Gerðalíð hevði gjørt orðini til. Og síðani framførdu tær "This little light of mine". Steinvør Fonn og Mása Tróndheim vóru solistar, og komu tær sera væl frá framførsluni. Hetta lagið svingaði sera væl, og breyt fullkomuliga frá restini av tí, sum varð framført hetta kvøldið.
Síðani framførdu kór og hornorkestur fýra løg afturat. Tey vóru Panis Angelicus, Fjariln wingad, Memory og When you wish upon a star.
Ikki jólalig
Samanumtikið var hetta ikki nøkur serstaka jólalig konsert, tá hugsað verður um løgini, sum vórðu framførd. Fyri uttan teir tríggjar felagssálmarnar, vóru bert tvey jólaløg framførd. Men tó so, mundu fleiri av áhoyrarunum, sum eru uppvaksin við Disney teknifilmunum, sum Sjónvarp Føroya vísir jólaaftan, hugsa um Jesper Fårekylling og hansara "Når du ser et stjerneskud", tá luttakararnir á konsertini endaðu hana við lagnum "When you wish upon a star".
Eitt annað, sum eisini var øðrvísi var, at hornorkestrið framførdi bert tað eina lagið einsamalt. Tað hava tey ikki gjørt áður. Og onkur helt fyri, at saknur var í onkrum av teimum siðvandu jólaløgunum, sum tey plaga at spæla. Hornorkestur í Føroyum hava eina reyða bók við alskyns sálmaløgum í. Hon plagar at verða nýtt til nógv ymisk tiltøk ? eisini jólakonsertina, men sunnukvøldið var hon ikki millum bløðini á nótastólunum.
Jólakonsertin í ár var sera góð, og sum altíð var tað avbera hugnaligt at kunna sita í kirkjuni og njóta teir vøkru tónarnar og tær vøkru røddirnar, meðan frostið legði seg á vegirnar uttanfyri.
Tey flestu vóru á einum máli um, at hetta var ein øðrvísi jólakonsert, men ein av teimum bestu í fleiri ár.