Øðrvísi siðvenja

Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, sær ávísar veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mortensen við beinleiðis vali av borgarstjórum

Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, sigur, at verður politiskur meiriluti fyri at broyta valskipanina, so føroyingar í framtíðini skulu velja borgarstjórarnar beinleiðis á kommunuvalinum, verður talan um eitt nýbrot.
-Skipanin við beinleiðis vali hoyrir londum við forsetaskipanum til. Vit norðurlendingar hava siðvenju fyri hava eina sonevnda fleirflokkaskipan við lutfalsvali, har politisku flokkarnar finna saman í samgongur, og sjálvir avráða, hvør skal standa á odda fyri eini kommunu ella eini stjórn. Skal valið av borgarstjóra gerast eitt beinleiðis val er hetta eitt brot við siðvenjuna í Norðurlondum, sigur Bogi Eliasen.

Møguligt órógv
Samfelagsfrøðingurin hevur ikki áður hugsa um møguleikan, ið Heðin Mortensen skýtir upp við beinleiðis vali, men hann heldur kortini gleðiligt at fáa eitt kjak í lag um valskipanin. Hann sær kortini veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mortensen.
-Eg kann bert ímynda mær, at valevnini til borgarstjóra eru fremsta valevnið hjá teimum ymisku flokkunum. Ein trupulleiki er, at valevnini til borgarstjóra kunnu ikki bæði stilla upp til býráðið og borgarstjórasessin. Gerst tú ov stuttur til borgarstjórasessin endar tú harvið fullkomiliga uttanfyri, vísir Bogi Eliasen á.
Bogi Eliasen heldur eisini, at tað kann skjótt elva til órógv um politiska samgongutelvingin háttar seg so, at flokkurin hjá borgarstjóranum endar í minniluta.
-Við skipanini hjá Heðini ber kann flokkurin, ið borgarstjórin umboðar, enda í minniluta. Borgarstjórin kann tí koma í ta støðu, at hann stendur á odda fyri einum meiriluta, sum hansara flokkur ikki er partur av. Tá er skjótt at ímynda sær, at arbeiðsfriðurin ikki verður hin besti, sigur Bogi Eliasen