Bogaskjóting
Úrslitini innleiðandi vóru ikki nakað serliga góð, men har kann tað spæla inn, at ongin av skjúttunum hevur skotið á Eiði fyrr. Ymiskt ljós og hiti spæla sera nógv inn, og tað var eitt sindur heitari og eitt sindur ljósari á Eiði, í mun til hini støðini har kappingar eru.
Í hálvfinalunum skutu Odd Andreassen og Rógvi Dalsgarð. Odd Andreassen vann dystin við 19 stigum, og so var hann klárur til finaluna.
Í hinari hálvfinaluni skutu Oddmar Nielsen og Sirið Rein. Dysturin gjørdist sera áhugaverdur, tí Sirið Rein plagar vanliga at vera millum sterkastu skjúttar í finalum. Hetta legði Oddmar Nielsen onki í, og stríddi seg at vinna við einum stigið. 98-97 endaði dysturin.
Í bronsufinaluni hittust Sirið Rein og Rógvi Dalsgarð. Sirið Rein vann dystin við fimm stigum.
Í finaluni skutu vinmenninir Odd Andreassen og Oddmar Nielsen. Báðir høvdu eina rímiliga góða skjóting, men summi mistøk komu fyri, ið vanliga ikki henda. Oddmar Nielsen gjørdi fleiri enn Odd Andreassen. Sostatt vann tann seinni kappingina hjá børnunum, við sjey stigum, sum er í meira lagið, tá mann hugsar um, hvussu javnir teir eru til venjing.