8?MANNAFØR
Argjabáturin gjørdi einki við Ørv á norðoyastevnu. Á Fjarðastevnuni var taktikkurin hjá argjamonnum greiður. Teir ætlaðu at vinna seg fram á fremsta plássið í startspurtinum, og so ætlaðu teir at stýra róðrinum, soleiðis sum tað so ofta hevur víst seg, at tann, sum liggur í oddinum, megnar hetta.
Tað eydnaðist Argjabátinum at leggja seg á odda á fyrsta teininum. Men tað eydnaðist teimum ikki at varðveita oddasessin. Kvívíkingur og Ørvur fylgdu væl við, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, var munurin frá Argjabátinum og aftur til Ørv ikki serliga stórur.
Tað tóktist sum um, at Argjabáturin hevði eitt sindur ilt við at stýra so snórabeint, og tað mundi ivaleyst taka eitt sindur frá teimum.
Ørvur var støðugur og sannførandi. Bátarnir vóru ikki komnir nógvar tíggju metrar inn um túsund metra málið, tá ið Ørvur var fremstur, og stútt og støðugt sigldi hann frá argjamonnum.
Tað kundi kanska ta einu løtuna sæð út sum um, at talan aftur hesa ferð skuldi gerast um uppvísningsróður á sama hátt, sum tað var á norðoyastevnu. Men teir á Argjabátinum vóru treiskir, og tað vóru teir á Kvívíkinginum eisini. Kvívíkingarnir fingu væl betri plasering, enn teir høvdu í Klaksvík. Tað kundi boðað frá, at Kvívíkingar fara at verða drúgvir í næstu kappingunum.
Á Argjum frættist, at teir í hesi vikuni hava gjørt onkra smávegis justering, sum teir vænta og vóna fer at stykrja um vánirnar hjá teimum at geva Ørvi uppaftur størri kapping. So alt bendir á spennandi og harða kapping í Kollafirði.
Men higartil hevur eingin gjørt nakað við Ørv. 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag hevur verið rættuliga sannførandi. Á Strondum vóru teir eina bátslongd undan Argjabátinum, sum aftur var eina hálva bátslongd frammanfyri Kvívíkingin.Manningin á Ørvi er henda: Christian Eli Zachariassen ? Rúni Patursson, Heini Harryson ? Hallgrím Hansen, Johnny Durhuus ? Magnus Dahl Olsen, Snorri Patursson ? Halgir Dahl Olsen, Bárður Brimvík
Tíðirnar:
01Ørvur06:59:04
02Argjabáturin07:02:09
03Kvívíkingur07:03:00
04Knørrur07:10:17
05Teistin07:23:11
06Toftabáturin07:31:07