37 ára gamli Ryan Giggs hevur longt sáttmálan við Manchester United fyri eitt kappingarár afturat, og tað verður hansara 21. fyri felagið. Giggs byrjaði at spæla á besta liðnum hjá United 2. mars í 1991. Síðani hevur hann spælt meiri enn 850 dystir fyri felagið, og tað er meiri enn nakar annar. Í hesum kappingarárinum hevur hann verið við í 24 dtstum.
-Eg hevði bara ein dreym. Tað var at sleppa at spæla við Manchester United, og tað havi eg gjørt í 20 ár. Vit hava eina spennandi tíð fyri okkum og nógvir ungir spælarar eru á veg at gera vart við seg, sigur Giggs.