Sáa ikki iva - vilja rudda iva av vegnum

Eftir at endaliga úrslitið av valinum varð greitt týskvøldið bóðu vit Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins um eina viðmerking til úttalilsini hjá eitt nú Halgir W. Poulsen, løgfrøðingi í Sosialinum sama dag um ognarrættin til oljuna. Løgfrøðingurin og løgmaður halda tað vera ábyrgdarleyst, tá Høgni Hoydal í vallýsing sáar iva um ognarrættin til oljuna. Og samtíðis sigur stjórin í Oljumálastýrinum, at hetta er sera óheppið.

 

Olja og ognarrættur

 

Edvard Joensen/Jan Müller

 

 

 

 

 

Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð sátt iva um ognarrættin til undirgrundina. Hann vísir á, at Tjóðveldisflokkurin reisti málið frá fyrstan tíð av, tí hetta er tengt at tjóðarrættinum.

 

 

 

-Trupulleikin er tann, at danska stjórnin hevur ongantíð viðurkent hetta beinleiðis. Man hevur gjørt eina avtalu, sum vit kunnu tulka okkara veg, og tað gera vit eisini. Vit sáa ikki iva um ta avtaluna, men vit siga, at tað er sera týdningarmikið at fáa tað sligið rimmarfast, so einki stríð kann blíva.

 

 

 

Høgni Hoydal sigur víðari, at vit kunnu jú ímynda okkum, alt eftir hvat hendir í Danmark, um Anders Fogh Rasmussen brúkar Dansk Folkeparti sum grundarlag, at tað fer at verða reistur ivi um hetta málið, og tá hvílir tað bara á politiskari avtalu millum Føroyar og Danmark.

 

 

 

-Vit hava sæð, hvat tað elvir til. Danmark kann - eins og vit sóu í 92 og sum vit hava sæð tað í Nato-málinum og eisini nú teir seta danskar lógir í gildi uttan at spyrja okkum eftir - við síni politisku makt broyta nøkur viðurskifti, tá vit ikki hava fingið tey staðfest í altjóða rætti. Tað er tað vit siga: lat okkum fáa tað uppá pláss, so valdar eingin ivi. Vit sáa ikki ivan, vit vilja bara hava ivan ruddaðan av vegnum.