Um hálvgum tólv tíðina mikukvøldið undirskrivaðu S&K-felagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju til nýggjan 2 ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Semjan gevur limunum í S&K-felagnum eina samlaða lønarhækking uppá góð 11,5%.
Sjálv lønarhækkingin er 9,88%: 5,06% koma aftur lønunum frá 1. mai í ár og 1. mai næsta ár hækka lønirnar við 4,82%.
Eftirlønin hækkar við 1,6%: 0,8% frá 1. mai í ár og aftur við 0,8% 1. mai næsta ár.
Harafturat hækkaðu allar viðbøturnar við kr. 1,-.
Semjan gevur limunum í S&K-felagnum eina lønarhækkan innanfyri karmin av lønarhækkingini sum Føroya Arbeiðarafelag fekk.
Hóast feløgini høvdu ynski um eina væl hægri lønarhækking, so mugu feløgini tó ásanna, at neyvan komst longur, sjálvt við møguligum tiltøkum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði avgjørt lønarkarmin og vísti ongan áhuga í at fara út um henda.
Semjan inniber eisini nakrar smávegis broytingar í sáttmálanum annars, m.a.
? miðja verður eftir at lim- irnir gerast fastløntir
? og ein týðandi umsiting- arlig broyting er, at framyvir skulu arbeiðs- gevarar flyta limagjaldi beinleiðis til ávikavist Føroya Arbeiðarafelag og S&K-felagið.