Í.S.B. til Malmø

Í dag fara 20 føroysk ítróttarfólk til Svøríkis, har stór kapping verður hildin í Malmø

Seinastu árini hevur tað verið fastur táttur, at føroyingar taka lut í stóru svensku kappingini, Malmø Open, har ítróttarfólk úr øllum norðanlondum luttaka.

Í dag fara so ikki færri enn 20 føroyskir luttakarar avstað, har av 13 teirra skulu luttaka í kappingini, meðan hini 7 eru við sum venjarar og hjálparfólk.


Svimjing og Boccia

Ítróttargreinarnar, sum føroyingarnir luttaka í, eru svimjing og boccia, og er talan um bæði rørslu- og menningartarnað ítróttarfólk.

Tey, sum í ár manna føroyska landsliðið eru Øssur Guðmundsson, Elvin Weihe, Jógvan Brøðraberg, Theodor Esmar Hansen, Jonhard Haraldsen, Anni Petersen, Símun Petur Zachariasen, Jimmy Nielsen, Durita Strøm, Marius Hansen, Jóanes Ziska, Jógvan Telling og Áki Joensen