SÍ eigur bulin

Lítil ivi er um, at tað eru sørvingar, sum mynda kvinnuflogbóltin í løtuni. Umframt at fremsta kvinnuliðið aftur er ein av favorittunum at vinna FM og steypakappingina, so sær út til, at ungdómsarbeiðið í felagnum ber góðan ávøkst.

 

Hetta kemur greidliga til sjóndar í úttøkuni til venjingarleguna hjá U18-landsliðnum, sum í næstum skal til NEVZA-kapping í Ikast.

 

Ikki færri enn sjey spælarar hjá SÍ eru tiknar út til venjingarleguna millum tær 18 genturnar, ið eru boðsendar. Tríggjar gentur úr Fleyri eru boðsendar, eins og tríggjar úr ÍF. Tvær TB-gentur sleppa við og ein úr Mjølni, ein úr Drátti og ein úr KÍF.

 

Úttiknu genturnar eru:

 

Dráttur:

Petra Sunadóttir Hansen

 

Fleyr: Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørt Nolsøe Isaksen, Hilda Boldstad Mortensen

 

SÍ: Eyðvør Torbjørnsdóttir Poulsen, Tórunn Kruse, Guðrun Kruse, Inga Helena Henriksen, Katla Henriksen, Mona S. Poulsen, Sissal Ellefdóttir

 

Mjølnir: Joan Marstein

 

ÍF: Frígerð H. Hansen, Joan B. Jensen, Tóra H. Djurhuus

 

TB: Sára Maria Johansen, Teresa Magnussen

 

 

KÍF: Elsa Samuelsen