Søgan aftanfyri Dansifrøi

Tá Begga og John Justinussen møttu upp hjá P/F Wensel at taka ímóti bilinum, sum tey hava vunnið á lutaseðli, hevði Begga nakrar reglur við sær, sum tey bæði høvdu fest á blað um dans og Dansifrøi í Havn

Dansifrøi

 

- Tað var soleiðis, at Rhoda Rubeksen og eg komu at kennast, tá vit vórðu konfirmeraðar. Vit dansaðu hvørt sunnukvøld frá klokkan 20-23. Hetta var undir krígnum. Tað byrjaði við, at vit fóru at dansa í Tórshøll. Vit gingu báðar á handilsskúla og dansaðu eisini í Avhaldinum.

Begga sigur, at HB eisini hevði dans, og har komu nógv ung saman.

- Eg fór at ganga við John og Rhoda við Mariusi, og vit eru komin saman øll árini.

Tá Rhoda fór at hava dansiskeið í 1970, vóru tey eisini saman har.

- Helga spældi á klaver, og John var við til at bera klaverið inn, har vit skuldu dansa.

Begga sigur, at Rhoda dugdi sera væl at læra frá sær og fólk, sum vóru á skeiðunum, fingu dansin veruliga inn í høvdið, sum hon tekur til.

- Øll vóru glað, og tað gekk væl. Tá skeiðið varð liðugt, høvdu vit framsýning, og eg minnist, at man var nervøsur við framførslurnar. Hornorkestrið spældi, og høllin var stúgvandi full av áskoðarum. Vit skuldu ganga “pent”, sum hon tekur til, bera okkum væl – og einki fet skuldi vera skeivt.

Hon minnist, at rættiligt álvarsemi ráddi, tá framsýningar vóru. Hinvegin var hýrurin ein heilt annar, tá tey bara dansaðu annars.

- Alt var so nýtt og spennandi og eftir framførslurnar var veitsla, har eisini hornorkestrið var við.

 

Dansifrøi

Begga veit at siga, at tá næsta dansiárið kom, og tey vandu kvadrilludans, dansaðu fýra pør saman – og fyri at gera alt betri vandu tey eisini úti hjá hvørjum øðrum.

- Sum tíðin leið, hildu vit tað vera best at stovna eitt felag. Vit hittust nakrar ferðir, og tá vit skuldu til Klaksvíkar at dansa, hildu vit, at felagið átti at hava eitt navn. Navnið gjørdist Dansifrøi.

Hon sigur, at Dansifrøði hevði síni dansikvøld, og tað sum øll árini dró, var at koma saman við góðum og glaðum fólkum.

- Enn hoyrir tú fólk taka til, at hetta var ein sera góð tíð – ikki minst, tá vit ferðaðust út á bygdirnar at vísa okkara dansir, sigur Begga.

Tey eru bæði framvegis limir í Dansifrøi.

- Vit eru góð við felagið og ynskja alt væl. Vit ivast onga løtu í, at tey, sum dansa í dag, njóta somu gleði og sama hugna, sum vit gjørdu, sigur Begga Justinussen.

Eitt skifti var John Justinussen formaður í Dansifrøi.