Millum annað var hann farin til val við tí í hyggju, at um hann kom í landsstýrissamgongu so skuldu korini hjá gomlum og avlamnum verða munandi bøtt og hetta ætlaði hann ófrávíkiliga at halda.
Men hetta hóvaði hvørki fólka- ella tjóðveldisflokkinum.
Summir úr fólkaflokkinum søgdu bart út, at hetta var ikki heilt rættvíst, tí tað var jú vanligt at børn tóku sær av sínum foreldrum. Óivað høvdu teir gloymt, at tað vóru ikki øll børn sum vóru soleiðis fyri, at tey megnaðu at geva foreldrunum ein sømiligan aldurdóm og teir høvdu helst eisini gloymt, at tað vóru ikki øll gomul sum áttu børn.
Annað er so tað, at tann flokkurin, sum í sínari tíð varð stovnaður sum mótvekt móti javnaðarflokkinum, aldri hevur unnað teimum, sum eru illa fyri í samfelagnum, undir naglin.
Tjóðveldisflokkinum dámdi hledur ikki, at korini hjá gomlum og veikum skuldu verða bøtt.
Onkur teirra helt, at hetta kom at knýta okkum enn tættari at Danmørkini og fór at seinka loysingini almikið.
Líkt er til, at hesin flokkurin, sum dámar so væl at látast at vera svørð og skjøldur fyri øllum frælslyndi í hesum oyggjum, veruliga trýr, at føroyingar vilja liva øðrvísi enn aðrir norðurlendingar, tá loysingin er framd.
Men hann mistekur seg, tí føroyingar vilja ikki liva sum ólukkudýr sammett við okkara grannar, og teir sum vanliga eru fyrstir at taka til rýmingar, tá ið tað sansar at, eru teir, sum rópa mest um tjóðskap og frælsi. Tað eru teir, sum hava allan tjóðskapin oman fyri hálsvølin, og ikki í teirra sermerktu hjørtum, sum teir annars eru vanir at breggja sær av.
Og hvagar fara hesi fólk vanliga? Jú, tey fara til tað landið sum tey hava brúkt eina ómetiliga orku til at spilla út, og hava lagt undir bæði líkt og ólíkt. Tey fara til Danmarkar og har tykjast tey at trívast væl.
Samráðingarnar eftir valið í 1958 gingu heldur trekliga, men at enda eydnaðist tað at fáa eina samgongu millum javnaðarflokkin, sambandslfokkin og sjálvstýrisflokkin í lag undir javnaðarleiðslu, og eldri føroyingar fingu sína fólkapensión.
Eftir valið í 1962 gingu teir sonevndu sjálvstýrisflokkarnir saman um at skipa landsstýri og nú var væntandi, at onkur risalop á sjálvstýrisleið fór at henda.
Hendan samgongan var soleiðis samansett at fólkaflokkurin fekk løgmannin, tjóðveldisflokkurin fekk tveir landsstýrismenn og sjálvstýrisflokkurin fekk ein.
Eisini hendan samgongan helt í fýra ár. Men tey, sum høvdu væntað stórar broytingar á sjálvstýrisleið, gjørdust vónsvikin, tí har hendi als einki tann vegin.
Sannleikin er hann, at nærum alt, sum er vunnið á sjálvstýrisleið, er vunnið meðan javnaðarflokkurin hevur verið við í landsins stýri.
Ja, eisini undirgrundina skuldi eitt landsstýri við javnaðarflokkinum á odda dragsa heim. Hin samgonguflokkurin tá var fólkaflokkurin.
Tað var meðan hesir báðir flokkar vóru í samgongu at núverandi løgmaður av tingsins røðarapalli segði, at tað var eitt satt fornøjilsi at arbeiða saman við javnaðarflokkinum tí javnaðartingmenn hildu við.
Ynskiligt hevði verið, um sama kundi verið sagt um allar flokkar á tingi.
Nú verður talað óført um allar tær ótaldu milliónir, sum føroyingar kunnu vinna, tá ið oljan fer at streyma upp úr føroysku undirgrundini.
Men persónliga eri eg ikki so bjartskygdur, sum hesir sonevndu sjálvstýrisflokkar á ymiskum stigi - ið nú hóreiggja sær úti í Tinganesi eru. Men ongantíð betur um Føroyar fáa væl burtur úr einum møguligum oljuævintýri.
Nú hóreiggjar tjóðveldisflokkurin sær aftur við sínum loysingartosi, meðan fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin tykjast at vera meira varnir og mest eru at líkna við polittiskar eftirbløðrur.
Men, eg havi varhugan av, at fólkaflokkurin spælir við tjóðveldisflokkinum sum kettan við músini. Hann veit nevniliga, at tjóðveldisflokkurin er so blindaður av sínum fullveldisdreymum, at hann kann fara við honum, sum honum lystir.
Og tað tykist veruliga at vera so. Tjóðveldisflokkurin er so bebbaræddur fyri fólkaflokkinum, at hann letur sama gera nærum sum hann vil, tí ger hann ikki tað, so fer øll fullveldisætlanin fyri bakka. Men tað fer hon kortini, tí tá ið fólkaflokkurin hevur fingið síni ynskir framd, takkar hann fyri seg, tí tað er mangt sum bendir á, at hann als ikki tekur undir við fullveldisdreymunum hjá tí nýggja oddafiskinum hjá tjóðveldisflokkinum.
Og meðan tjóðveldisflokkurin droymir sínar ljósareyðu fullveldisdreymar kann fólkaflokkurin loysa sín politikk úr lagdi - og hann er í stuttum - tað, sum loysir seg at privatisera skal privatiserast.
Tað, sum gevur undirskot, skal tað almenna reka.
Nakrir fáir vælbjargaðir skuu hava meira. Tey, sum lítið hava skulu hava minni.
Tað er nevniliga góður fólkaflokspolitikkur.
Framhald.
Jógvan Adolf Johannessen