Leygardagin var tiltak í skúlanum á Eiði, har bókin um Eiðis søgu eftir Óla Egilstrøð alment varð givin út. Eini 300 fólk vóru til staðar. Eiðis kommuna skipaði fyri tiltakinum og borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá bókini. Felagssangur var, og millum sangirnar vóru tað børnini hjá Óla Egilstrøð, sum trinu fram á pallin við røðum um gamla Egilstrøð og yrkingum eftir honum. Framførdu sangirnir vóru allir yrktir av Óla ella umsettir av honum úr øðrum máli. Sanna í Brekkunum sang solo "Eg sat har á hægsta tindi," og Hans Erland í Brekkunum hevði fylgispæl. Móti endanum flutti Bettemi, einkjan eftir Óla Egilstrøð, fram eina yrking og takkaði. Hátíðarhaldið á Eiði endaði við "Kvøða til heimbygdina Eiði," og Bettemi signeraði bókina, sum kostar 385 krónur í bókabúðunum.