Ofta er tað tann reina tilvild, sum ger, at ein kemur fram á eina góða søgu. Leitaði eftir eini heilt aðrari grein í Dimmalætting fyri 1928. Beint við hana stóð hendan greinin:
Joen Jacob Petersen
At være Fisker om Bord paa vore Kuttere til Islands- og Grønlandsfiskeri hører til de anstrengende og farefulde Arbejder, hvor man umiddelbart mener, at den Mand, som giver sig i lag dermed maa være baade ung og rask og rørig og have alle sine Sansers fulde Brug. Og Øjnene skulde synes at være den mest uundværelige af alle Sanserne, naar man skal gøre Tjeneste paa en Fiskekutter.
Den Mand, hvis Billede staar over disse Linier, er derfor et ret enestaaende Eksemplar inden for vore Fiskerkutteres Mandskab. Og man kan ikki andet end bøje sig i beundring for den Energi og Arbejdsvilje, han er i Besiddelse af, naar han endnu Aar efter Aar tager med ud paa Kutterfiskeri forbi de 70 Aar og har desuden været aldeles blind i mange Aar. Han kunde godt blive hjemme og ladet sig pleje af Hustru og Voksne Børn, som han har mange af. Men han foretrækker alligevel at gaa med paa Fiskeri. Og har aldrig endnu været den ringeste om Bord paa sit skib.
Men dette tilfælde taler ogsaa i høj Grad til fordel for det færøske Fiskermandskab. Thi den mere end 70 Aarige blinde Mand kunde trods al hans Energi og Dygtighed ikke være Fisker om Bord, hvis han ikke fandt Forstaaelse og Hjælp og mangen en Haandsrækning fra det øvrige Mandskab.
Joen Jacob Petersen stammer fra Gøte, men hører til Nybyggerne i Ridevig, der har fostret saa mange gæve Fiskere og Skibsførere.
Úr Ólastovu
Greinin er helst skrivað av prestinum Absalon Joensen, og eftirnavnið gav eina ábending um at Jóan Jakku var ættaður úr Ólastovu í Syðrugøtu.
Hetta fekst eisini váttað frá Nenu hjá Poul Amaljari Mikkelsen úr Syðrugøtu, hvørs mamma var úr Rituvík.
Hon hevði eitt yvirlit yvir teir, sum bygdu Rituvík. Og Jóan Jakku var tann, sum í 1880 bygdi sjeynda húsið í Rituvík.
Joen Jacob var føddur 17. november 1851 og hevur tískil verið 76-77 ár, tá ið henda grein hevur verið skrivað, tá ið hann framvegis var til skips.
Foreldrini hjá honum vóru Peter Jacobsen, Syðrugøtu og Anna Elisabeth Petersdatter úr Norðragøtu. Kona hansara var Johanna Hansen, f. 6. august 1854 úti á Rætt á Nesi. Hon var dóttir Justines Hansen úr Túni á Toftum og Marionnu Joensdatter úr Trongisvági. Tey vórðu vígd í Nes kirkju 11. desember 1881 av Th. Sørensen, prósti. Tey áttu seks dreingir og eina gentu: Peter Jacob, Justinus Juul, Marius, Adrian, Anton, Tummas Hans og Katrine Sophie.
Her er sjálvsagt ein stór ætt komin undan. Ein kendur abbasonur var Per Petersen, sum hevði kioskina á mjólkarbátinum Tróndi í mong ár.
Per var sonur Petur Jakku hjá Jóan Jakku. Mamma hansara Inga var dóttir fyrsta niðursetumann í Rituvík, Per. Hon gjørdist sjúk, og tá kom Per sum smádrongur til Gøtu at vera hjá mostrini Perlinu, og hann var í Gøtu til hann var um 12 ár. Sum eldri greiddi hann frá sínum lívi í sjónvarpinum. “Eg var so heppin,” segði hann, “at eg áttu tríggjar mammur. Eina í Gøtu, eina í Rituvík og eina í Danmark”. Henni búði hann hjá, tá ið hann giftist í Danmark við Sonnu, ættað úr Rituvík. Tey fóru niður undan krígnum og sluppu ikki heim aftur.
Per føldi seg eisini nær knýttan til familjuna hjá Poul Amaljari, har hann búði. Hann segði í hesi sending, at tíðin í Gøtu hevði havt nógv at siga fyri seg.
Ein kann undra seg yvir, at ein gøtumaður setur seg niður í Rituvík saman við monnum frá grannabygdunum. Men kanska hevur konan gjørt munin. Hon var av Nesi, og fimm av niðursetukonunum vóru haðani.
Annars var bóndin, ið átti hagan har, sera framburðssinnaður, so tað hevur verið rímiliga lætt at fáa gerði í Rituvík. Tað sigst eisini, at gerðini, hann máldi niðurseturmonnunum, vóru størri enn vanlig traðarstykki.
Jóan Jakku var ikki einsamallur úr Gøtu í Rituvík. Fimta húsið hevði konu úr Syðrugøtu. Maðurin var Magnus Olsen, f. 28. juni 1853 á Nesi. Kona hansara var Sara Malena Huusgaard, dóttir Elias Petersen, bóndi í Húsgarði úr Syðrugøtu, og Onnu Sofíu, fødd Weihe, úr Søldarfirði. Tey vórðu gift 1. mai 1878. Tey fingu átta børn: Jógvan, Elias, Benediktus, Anne Sofie, Maren Malene, Hendrik Magnus og Olerikka.
Døtur Per komu til Gøtu
So kann eisini verða nevnt, at fyrstu niðursetufólkini vóru Per Højgaard, f. 21. september 1851 á Toftum og Nicolina f. Thorkilshøj f. 17. mars 1854 av Nesi. Tey vórðu vígd 4. august 1873 á Nesi.
Tað fyrsta árið búðu tey einsamøll í Rituvík. Per mátti tá við leypi á baki fara til gongu til Toftir, tá ið hann skuldi til útróðrar saman við brøðrunum. Um kvøldið skuldi hann aftur til Rituvíkar við sínum parti av fiskinum. Heima sótu kona og dóttir einsamøll í oyðimørkini. Síðani flutti beiggi Per, Dánjal Petur, og aftaná hann Søren Lamhauge úr Lamba til Rituvíkar, og tá kundu teir manna bát í Rituvík.
Per og Nicolina fingu 12 børn, og tvær av døtrunum giftust til Syðrugøtu. Onnur var Anna, sum giftist við Tummas har Niðri, og hin var Perlina, sum varð gift við Poul Amaliel hjá Petur Paula í Barbustovu.
Edda
Fyri at fáa meira at vita um hetta, varð avrátt at fara at tosa við Eddu. Fyrst eg minnist, búðu hon og mammubeiggin, Símun, í Ólastovu. Hann var bróðursonur Jóan Jakku. Tá ið Símun, sum var ógiftur, doyði, varð hon so einsamøll eftir. Nú er Edda á sambýlinum Gøtubrá. Hon er 91 ár og framvegis sera skilagóð. Tað kundi vera, at hon visti okkurt.
Fyrst kann sigast, at Edda eisini hevur eina serliga søgu, sum lýsir liviumstøðurnar hjá fólki í Føroyum. Pápi Eddu, Edvard Joensen, var av Toftum. Hann giftist fyrst við Elsebeth Mariu. Tey fingu Eddu, men mamman doyði í barsilssong. Edda fór til Gøtu at vera hjá ommuni og abbanum, sum vóru Sigga, f. 1859, og Sámal Petersen, í Ólastovu, f. 1856.
Edvard giftist aftur við Nicolinu úr Lorvík. Aftur upplivir Edvard, at konan doyr í barsilssong. Sonurin Nikkel, uppkallaður eftir mammuni, doyr longu sum 9 mánaðar gamal.
Edvard giftist so aftur triðu ferð við Johannu Sofíu av Toftum, og tey fingu ein son í 1923, sum fekk navnið Hans Jacob. Tað varð sagt, at hesa ferð vildi konan ikki eiga í somu song og sama kamar, sum hinar báðar konurnar.
Men óeydnan helt á fyri tað. Nú var tað, at Edvard fór við Onnu í 1924 og ikki kom aftur. Anna gekk burtur á veg inn til Grindavík, tá ið teir vóru á veg inn við einum sjúkum manni. Edvard varð saman við manningini grivin í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík. Har er ein stórur steinur uttan nøvn. Nú er ætlanin at seta eina grótplátu við nøvnunum á grøvina.
Edda minnist væl til abbabeiggjan Jóan Jakku. Hon minnist, at hann plagdi at koma at ferðast í Gøtu. Tá varð gingið allan vegin úr Rituvík, og tá ið Jóan Jakku var blindur, mátti eina abbasonur leiða hann. Edda minnist eisini, at Jóan Jakku vildi ikki taka heilivág. Hann metti hann sum eitur. Joen Jacob er vist fyrsta fólk, sum er grivið í kirkjugarðinum í Rituvík.
Ein systir Jóan Jakku var Anna. Hon giftist við Stóra Óla við Gøtugjógv. Tey fingu sonin Hendrik í Bug, sum gjørdist verfaðir Tórir Thomsen, sum vit hava umrøtt fyrr í hesi røð. Anna doyði, tá ið Hendrik var tvey ára gamal. Fýra ár seinni giftist Óli við Magninu úr Jákupsstovu, umrødd í seinasta parti. Tey fingu fleiri børn, millum onnur tann kenda skiparan Óla Hans Olsen.
Umframt Eddu er ikki onnur ætt í Gøtu uttan tey hjá Jóhannes á Lækjuni. Hann var giftur við Lenu, dóttir Sámal í Ólastovu. Sagt verður um Eddu, at hon var altíð við til at hjálpa sínum ættarfólki, tá ið teimum tørvaði eina hond.
Samvirki og samband
Edda helt seg eiga myndir av abbabeiggjanum, og hon skuldi fara at leita tær fram. Tá fekst ein partur av hesi søgu, sum einki hevur við Gøtu ella Rituvík at gera.
Myndirnar vóru nevniliga í einum blaði, sum kallast Samvirki, sum sera fá munnu vita nakað um í dag.
Hetta blaðið var eitt “organ for dansk-færøsk samarbejde”. Fyrsti árgangur er í 1939. Ætlanin var at geva út seks dupultnummar fyri árið, men av ymiskum orsøkum komu bert fimm bløð. Upplagið var 2.000 bløð.
Blaðstjóri var Poul Niclassen, kendur frísinnaður sambandspoltikkari. Fyrsta blaðið varð prentað í Danmark og tey seinnu á Færøernes Amtstidendes Bogtrykkeri, Dimmalætting. Sum tað skilst var endamálið við blaðnum at skapa kunning um Føroyar í Danmark og eisini kunning um danskan politikk í Føroyum.
Ein partur av blaðnum er greinir eftir leiðandi donskum politikkarum. Teir, sum høvdu skrivað, vóru kendir menn sum Thorvald Stauning fyri Javnaðarflokkin, Christmas Møller fyri Konservativa flokkin og Søren Brorson, formaður fyri Vinstra.
Í blaði nr. 9-10 er tað A. M. Hansen, fólkatingslimur og formaður fyri radikala flokkin í Danmark, sum hevur hugleiðingar um Føroyar og sambandið millum Føroyar og Danmark.
Síðan eru fleiri áhugaverdar greinir um føroysk viðurskift. Fleiri eru skrivaðar av kendum sambandsmonnum. William Heinesen skrivar minningarorð um Jørgen Frants Jacobsen. Aðrar greinir eru framhaldsferðafrásøgn hjá Poul Niclassen, har hann hevur vitjað oynna Man. Birtu Liðas skrivar um útróður í Grønlandi í 1939, har hann eisini skrivar um tiltiknu ferðina heim við Niels Finsen.
Óli í Skúla, sambandstingmaður, skrivar langa grein um grindadráp, Th. Nygaard skrivar um studentaskúlan, grein er um tosk, grein er um Norsku Løvu, og so er partur av greinarøð, um tá turkar herjaðu í Føroyum.
Blaðið kom ikki oftari út. Helst munnu krígsumstøðurnar hava gjørt sítt, og tá ið Danmark varð hersett í apríl 1940 hevði grundarlagið fyri blaðnum kortini verið burtur.
Tóku fremsta bátin
Men so er eisini ein grein um Rituvík, sum er skrivað av løgtingsformanninum Johan Poulsen. Hann hevði serligar fortreytir fyri at skriva um Rituvík. Mamma hansara var systir fýra av niðursetumonnunum í Rituvík.
Tá ið hendan greinin er skrivað, eru tríggir av niðursetumonnunum enn á lívi, nevniliga brøðurnir Daniel Peter og Hans Pauli Højgaard og so Joen Jacob Petersen. Um teir skrivar Johan Poulsen:
“Den første og den sidste er omkring de 90, begge raske og rørige i forhold til deres Alder. Joen Jacob har været blind i mange Aar, men selv efter at have tabt Synet paa begge Øjne, har han i en alder mellem 70 og 80 Aar i flere Aar deltaget som Fisker ombord i vore Kuttere ved Islands- og Grønlandsfiskeriet… Der er sandelig krummer i disse Nybyggere, hvis mage man skal lede længe efter”.
Johan Poulsen lýsir umstøðurnar hjá útróðrarmonnum í Rituvík soleiðis ein ávísan dag:
“Der har været godt Vejr, samtlige Baade 25-30 i Tallet, har været paa Fiskeri. Der er voksende Brænding, og alle Baade maa sættes på en “rók”- klippeafsats. De lander efter Tur, men det tager Tid at faa dem paa Plads. Mørket falder paa, og imens maa de ventende Baade se at klare Skærene. Det er en selvfølge, at der under slige Forhold let opstaar Situationer, hvor der kræves baade Dristighed, Øvelse og Snarraadighed for at kunne klare sig. Men Forholdene er vanskelige ogsaa paa en anden maade. Det sker ikke sjælden, nar en af de driftige Fiskere i det første Morgengry kommer ned til Landingspladsen for at tage ud paa Fiskeri, at han da kommer til at staa overfor følgende: Paa Afsatsen staar samtlige Baade opstillet og trykket op ad hinanden som en Flok Søpapagøjer paa deres Hylde i Fuglebjerget. Hvis en af de vedkommende Fiskeres Baad er en af de øverste, skal han trække alle de andre paa Søen, inden han kan komme til sin egen, da Afsatsen er saa smal, at det er umuligt at komme udenom. Der er kun ét af to at gøre: Enten maa han tage en af de nederste Baade, som altsaa tilhører en anden Fisker, eller ogsaa maa han vente, til alle de andre Baade er fjernet. Som regel bestemmer han sig for det første. Naar nu Ejeren af denne Baad indfinder sig, er hans egen væk, og han maa derfor om han skal komme paa Fiskeri, tage en anden”.
Hetta samsvarar væl við tað, sum varð sagt um teir í Rituvík, hvussu væl teir dugdu at samstarva. Johan skrivar eisini, at lendingarviðurskiftini vóru so vánalig, at tað ofta kundi taka tríggjar tímar frá tí, teir komu til lands, til teir sluppu til hús.
Sambært Johan Poulsen er tó vón fyri stavn í umrøddu viðurskiftum. Í undanfarnu løgtingssetu vóru játtaðar kr. 30.000 at gjalda yvir 5 ár at bøta um viðurskiftini. Hetta ljóðar ikki av nógvum. Men her skal havast í huga, at tímalønin í dag er 200 ferðir størri enn í 1939.
Johan endar greinina við at siga: Der er et gammelt Ord som siger: “Æblet falder ikke langt fra Stammen. Beboerne i Ridevig er som deres Forfædre dygtige og energiske Folk. Nogle af vore allerdygtigste Skibsførere er direkte efterkommere af de første Nybyggere i Ridevig”.
Simona gjørdist einkja við Verdandi
Enn eitt samband millum Ólastovu og Rituvík skal nevnast. Ein sonur Sámal í Ólastovu, beiggi Jóan Jacob, var Petur Kristian Petersen. Hann giftist til Rituvíkar við Elspu. Elspa var dóttir Lottu og Óla Joensen, sum vóru millum fyrstu niðursetufólkini. Ein sonur teirra var Sámal, uppkallaður eftir abbanum. Hann giftist í 1940 við Simonu, dóttir Onnu Martinu og Andreas á Rætt í Syðrugøtu. Tískil var Simona abbadóttir Óla Jákup á Bakkanum, sum var umrøddur í seinastu Miðviku. Tey fingu skjótt tvær døtur Mariu og Ernu. Sámal skuldi fara at byggja, og viðurin var komin til húsini. Tað sá ljóst út fyri hesa lítlu familju.
Men tá hendi tað vanlukkuliga, at Sámal gekk burtur við Verdandi í 1944 og Simona við døtrunum flutti aftur til Gøtu. Simona doyði 90 ára gomul í fjør. Hon varð umrødd í røðini um Tórhall Andreassen, sum var tann seinasti, sum sá manningina á Verdandi, tá ið hon fór av Siglufirði og síðani hvarv.
Her kann verða skoytt uppí, at Óla Jákup, beiggi Simonu, fekk meslingar í meslingagrindini í 1935, og hann doyði av teimum.
Hetta gjørdist tískil ikki tilætlað ein eitt sindur longri søga um sambandið millum Syðrugøtu og Rituvík. Men hinvegin kann hetta kanska sigast at vera ein partur av Gøtusøgu.
Komandi partur
Í komandi Miðviku fara vit at byrja eina røð við Elsu Jacobsen úr Norðragøtu. Hon hevur í 32 ár virkað í Etiopia sum trúboðari og sjúkrasystir.
Hetta er ein hugtakandi, áhugaverd, spennandi og eisini ein skakandi frásøgn um, hvussu menniskju kunnu fara við hvørjum øðrum. Men eisini um hvussu tað við kristnum sinnalagi ber til at linna um sjúkur og pínslur