SÍ gjørdi tað enn einaferð

Flogbóltur: Alt bendi á, at ÍF skuldi vinna dystin móti SÍ, men so tóku sørvingarnir seg saman og vendu dystinum

ÍF-SÍ 1-2


Seinasta vikuskiftið spældi SÍ móti Fram í Havn, og tá megnaðu teir at venda einum dysti tá svartast sá út.

Og hóast ein ikki skuldi trúð, at tað lat seg gera enn einaferð, so var tað júst tað teir gjørdu á Kambsdali móti ÍF um vikuskiftið.

Úr Sørvági frætta vit, at SÍ spældi illa tey trý fyrstu settini.

Jákup á Stongum sigur, at einki bar til. Móttøkan virkaði illa og av tí sama var einki kil á álopinum.

? Men tá vit fóru undir fjórða sett hendi nakað, sum eingin dugir at siga frá. Leikararnir tóku seg saman og fóru at gera nakað fyri at vinna dystin, sigur Jákup.

Brádliga hell alt saman hjá sørvingum, sum enn einaferð prógvaðu, at ein dystur er ikki lokin fyrr enn seinasti bólturin er leiktur og, at tað loysir seg at berjast víðari.

? Tað gjørdu teir ordiliga, og tí fingu vit fatur á dystinum aftur. Vit vunnu fjórða sett 21-15, »tie-breakin« 7-5, og tann seinasta »tie-breakin« 15-13, sigur Jákup á Stongum, sum ikki er so lítið stoltur av at dreingirnir hjá honum megnaðu at koma afturíaftur tá alt sá út til at vera tapt.

Við sigrinum á Kambsdali og ósigrinum hjá Fram móti Fleyr, er SÍ einasmalt á øðrum plássi, og tað er nakað sum dámar sørvingum.

? Dreingirnir berjast fyri sakini, og hóast tað ikki altíð er so vakurt, so loysir tað seg at berjast til seinastu løtu, sigur Jákup, sum heldur nýggju leikskipanina vera eina spennandi nýskapan.

? Ikki altíð so rættvís, men spennandi, sigur hann soleiðis at smíli hoyrist til Havnar.