Søgulig sethúsabygging í Eiðis kommunu

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at trý raðhús verða bygd í senn í Eiðis kommunu, men hetta verður ikki seinastu ferð, nú Anfinnur Kruse, sum eigur AK-Byggivirki, skjótt fer í holt við seks raðhús aftrat í Svínáum. Hesi verða av sama slagi, sum húsini á Kollshjøllum, sum øll vórðu reist í gjár

Húsasmíð

Í góðveðrinum í gjár vórðu tey trý raðhúsini, sum AK-Byggivirki byggir á Kollshjøllum omanfyri hotellið á Eiði, reist.
    Anfinnur Kruse, sum eigur AK-Byggivirki, sigur, at tað gekst væl at reisa húsini, og gongst sum ætlað, standa tey liðug og klár at flyta inn í um mánaðarskiftið juni/ juli.
    - Arbeiðið hevur sum heild gingið væl, hóast veðrið í vetur hevur verið óstøðugt og mangan ólagaligt.
    Hann vísir á, at veggir og sperrur eru smíðað inni í eini høll í bygdini, og tí hevur veðrið ikki tarnað hesum partinum av verkætlanini.
    - Síðan vit byrjaðu at seta elementini til brandveggirnar og útveggirnar upp í síðstu viku, hevur veðrið verið til vildar – og ikki minst dagurin í dag hevur verið óføra góður. Heldur veðrið sær nakrar dagar aftrat, hevði hetta komið ógvuliga væl við hjá okkum, nú húsini skulu lokast inni, sigur byggiharrin.
    
Sámuligur prísir
Hetta er fyrstu ferð í søguni, at trý raðhús verða bygd í senn í Eiðis kommunu, men hetta verður ikki seinastu ferð, nú Anfinnur Kruse skjótt fer í gongd við seks raðhús aftrat í Svínáum, sum er partur av Eiðis kommunu.
    Hesi eru av sama slagi, sum húsini á Kollshjøllum, men húsini í Svínáum venda vit aftur til seinni í greinini.
    Tey trý raðhúsini á Eiði eru í tveimum hæddum, og samlaða búplássið í báðum hæddunum er 160 fermetrar. Aftrat hesum kemur bilhúsið, sum er ímillum húsini, og saman við goymslurúmi og fýrrúmi er bilhúsið tilsamans 40 fermetrar stórt.
    Anfinnur sigur, at í stovuhæddini er køkur, stova, kamar, wc við bað og grovkøkur.
    - Loftið er rættiliga rúmligt. Tað skráar 38 stig, og ein vanligur maður til hæddar kann næstan standa upprættur heilt úti við vaðingina. Á loftinum eru 4 kømur, wc og útiloft – ella lítil sjónvarpsstova.
    Byggiharrin heldur, at nú føroyingar ikki eru so vanir við at búgva í raðhúsum, kann tað vera ein fyrimunur, at bilhús er millum hvørji av húsunum.
    - Hetta ger, at fólkini liva ikki so tætt upp at hvørjum øðrum, um tey ikki vilja tað sjálvi.
    Anfinnur Kruse sigur, at tað er P/F Inni, sum tekur sær av at selja húsini, og sáttmáli er undirskrivaður um tey trý á Eiði.
    Kostnaðurin fyri hvørt av húsunum er 1,3 miljónir krónur, og tað heldur byggiharrin vera ein sámuligur prísur í hesum tíðum.

Úr vøggu í grøv
Húsini, sum AK-Byggivirki nú byggir á Eiði og í næstum fer at byggja í Svínáum, eru soleiðis bygd, at tey bæði eru vælegnaði til familjur við børnum, men eisini til eldri fólk, sum ynskja sær ein nýggjari og betri bústað.
    - Við 5 kømrum er gott pláss í húsunum, tá loftið eisini verður brúkt. Hinvegin er stovuhæddin soleiðis innrættað, at tvey eldri fólk saktans kunnu búleikast har – við køki, stovu, kamari, wc við bað og grovkøki.
    Anfinnur sigur, at er talan um eldri fólk, sum eiga børn og ommu-og abbabørn, er rættilig húsarúmd, tá hesi koma á vitjan og kanska hava hug at gista eitt vikuskifti ella nakrar nætur.
    - Eg havi tí til stuttleikar nevnt, at húsini eru egnaði til fólk ”heilt úr vøggu í grøv”, sum hann tekur til.

Seks í Svínáum
Byggiharrin sigur, at so skjótt, sum húsini á Eiði eru innilokað, verður farið í gongd í Svínáum, har seks hús av júst sama slagi sum á Eiði skulu byggjast í einari røð.
    - Nakað er at gera við økið enn, men ætlanin er at fara í gongd við hetta arbeiði heilt skjótt.
    Anfinnur sigur, at gongst sum ætlað, standa øll seks húsini í Svínáum innilokað til heystar.
    - Søluarbeiði er byrjað, og nógvir fyrispurningar eru - eisini um raðhúsini í Svínáum.
    Hann vísir á, at eini fýra onnur hús standa í gerð í Svínáum, og haraftrat hevur Eiðis kommuna eisini eina útstykkingarætlan í gongd í bygdini, sum í fyrsta lagi fevnir um 20 grundøki.
    - So, tað er einki, sum bendir á, at Svínáir ikki fær fleiri tilflytarar tey komandi árini, leggur hann aftrat.
Anfinnur Kruse sigur, at tey tilsamans níggju raðhúsini á Eiði og Svínáum í fyrstu syfti verður tað, sum hann ætlar at byggja og selja.
    - Tá hesi húsini eru komin upp at standa og eru seld, fari eg at taka støðu til, um virksemið við at byggja og selja enn fleiri hús fer at halda fram.
    Spurdur um prísin á raðhúsunum í Svínáum, sigur hann, at vegleiðandi prísur helst verður umleið 1,350 miljónir krónur.
    Raðhúsini hjá AK-Byggivirkinum verða latin liðugt smíðað, bæði sethúsini og bilhúsið.
    - Einasta, sum eftir verður at gera hjá teimum, sum ogna sær hesi húsini, verður at tapetsera og mála, sigur Anfinnur.
    AK-Byggivirki hevur átta mans í arbeiði, og nú byggingin av raðhúsunum á Kollshjøllum er í gongd, hevur felagið eisini havt nógv at gjørt á Hotel Eiði, umframt at menninir hava tikið sær av øðrum timburuppgávum.
- Eg keypti barnaheimið hjá foreldrum mínum, og nú hava vit umbygt hesi húsini.
    Hann heldur, at tað hevur riggað væl, at felagið hevur havt ymisk arbeiði at gjørt innandura í vetur, nú tað annars hevur viðrað so illa.

Bygt ymsastaðni
Tað eru 20 ár, síðan Anfinnur fór í læru sum timburmaður, og seinastu 15 árini hevur hann arbeitt sum byggimeistari.
    - Vit hava gjørt nógv ymisk arbeiði øll hesi árini, og vit hava bygt nógv hús – ja, heilt av Eiði og út til Nólsoyar, har vit bygdu snotuligu húsini hjá Rúna Poulsen, sum standa norðanfyri skúlan í bygdini.
    Anfinnur Kruse vísir á, at nú raðhúsini á Eiði eru reist og í næstum verða innilokað eru fólk, sum hava áhuga fyri hesi bygging vælkomin at hygga at húsunum, bæði uttan og innan.
    - Tað er bara at siga til, so kunnu fólk síggja, hvat tað er, vit gera – og hvussu vit gera okkara arbeiði, sigur byggiharrin.