Søguligur sunnudagur

Í gjár – sunnudagurin 22. juli – var síðsti sunnudagur, áðrenn Fólkakirkjan verður yvirtikin komandi sunnudag, ólavsøkudag tann 29. juli.

Hetta setti eitt sindur av dámi á guðstænastuna í millum annað Dómkirkjuni, sum sostatt var síðsta guðstænasta, meðan kirkjuliga umsitingin enn er donsk. Tó varð dentur lagdur á, at orðini og Orðið framvegis verður tað sama, og hetta varð staðfest, tá kirkjufólkið endaði guðstænastuna við at syngja sálmin “Fedranna kirkja í Føroya tjóð”.